Tey ungu taka um stýrisvølin

Fyri sættu ferð verður ungdómsting hildið í Føroyum.

 

Løgtingsformaðurin beyð í august 2015 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum verður 1. og 2. februar 2016.

 

Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.

 

Endamálið við Ungdómstinginum er:

 

  • at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
  • at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
  • at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
  • at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um

 

Tá freistin var úti, høvdu 6 skúlaflokkar sent uppskot inn. Nógv áhugaverd uppskot komu inn. Avgjørt er, at 12 uppskot koma til viðgerðar á Ungdóms­tinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um valrætt, rúsdrekka, skúlaviðurskifti, fosturtøku, undirsjóvartunnil, v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.

 

Luttakandi flokkarnir umboða Vágs skúla, Eysturskúlan, Hoyvíkar Skúla, Skúlan á Fløtum og Nám X. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 33 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.