Sankta Frans skúli heldur enn Skúlin á Fløtum

Býráðslimur mælir til, at Sankta Frans skúli sleppur at lata upp framhaldsdeild.

Í eini spurnakanning gjørd millum foreldur í Sankta Frans skúla í heyst, har foreldrini vórðu spurd, um tey ynsktu eina framhaldsdeild í skúlanum, svaraðu heili 98 prosent av teimum spurdu ja. Einans 2 prosent svaraðu, at tað ynsktu tey ikki.


Úrslitið var eisini í tráð við ætlanirnar hjá leiðsluni og skúlastýrinum, ið longu í 2014 sendu eina umsókn til kommununa, um at hava 8. og 9. flokk í skúlanum.


Les eisini: 98 prosent svaraðu ja


Nú er so greitt, at skúlin hevur ein stuðul í býráðnum. Í lesarabrævi í dag mælir Bogi Andreasen, býráðslimur fyri Fólkaflokkin og partur av býráðsmeirilutanum, at kommunan loyvir Sankta Frans at lata upp eina framhaldsdeild.


- Næmingar í Sankta Frans skúla eiga at fáa møguleikan at taka 8. og 9. flokk í Sankta Frans skúla, meðan vit bíða eftir Skúlanum á Fløtum. Tað er eingin orsøk at senda næmingarnar út í spjadda gamla Kommunuskúlan, skrivar býráðslimurin, ið eisini er limur í skúlastýrinum, í lesarabrævi í dag.


Býráðslimurin setur fram uppskotið, at Sankta Frans fær eitt tíðaravmarkað loyvi til at lata upp framhaldsdeild. Eitt loyvi sum seinni kann eftirmetast.


Sjálvur er Bogi Andreasen ikki í iva um, at góða undirtøkan fyri Sankta Frans skúla seinastu árini, er tí at skúlin er tann einasti í miðbýnum.


- Talið av foreldrum, sum søkja um at fáa síni børn í Sankta Frans skúla, økist, og ein orsøk er helst, at Sankta Frans nú er einasti skúli í miðbýnum, sum harafturat hevur ein góðan forskúla.


- Eg mæli staðiliga til, at vit í hesum máli lurta eftir foreldrum og næmingum, tí umstøðurnar at stovna framhaldsdeild í Sankta Frans eru eins væl til staðar í góða gamla Nonnuskúlanum sum í spjadda Skúlanum á Fløtum.

Les alt lesarabrævið við at trýsta á her