Liggur einki í kortunum

Borgarstjórin sigur, at eingin ætlan er at loyva Sankta Frans skúlanum at royndarkoyra eina framhaldsdeild.

- Eg skilji væl at foreldur, næmingar, starvsfólk og lærarar ynskja eina framhaldsdeild, men sum nú er, so liggur eingin slík ætlan í kortunum. Eg skal ikki siga, at tað ikki er møguligt, men eg má halda meg til politiska veruleikan, samtyktir og íløgur.


Tað sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, í kjalarvørrinum av, at skúlastýrið í Sankta Frans skúla hevur søkt um loyvi at royndarkoyra eina framhaldsdeild í eitt ár.


Hugskotið hevur fingið dyggan stuðul frá foreldrunum at næmingunum, ið vórðu spurd um ætlanina í eini spurnakanning í heyst, umframt frá Boga Anderasen, býráðslim fyri Fólkaflokkin, sum í lesarabrævi í gjár mælti til at gera eitt royndarár.


Ein slík verkætlan er tó ikki ein partur av heildarætlanini, ið kommunan hevur gjørt fyri skúlaøkið.


- Vit hava eina heildarætlan, ið allir býráðslimir hava tikið undir við og øll skúlastýrir hava verið við til at orða . Hana eru vit bundin til og skipa skúlaøkið eftir henni.


- Hetta er so ætlanin, ið vit halda okkum til nú, men um nakað nýtt hendir á økinum, so kann tað vera, at vit mugu gjøgnumskoða hana av nýggjum.


Borgarstjórin vísir á, at kommunan er í holt við at gera eina risa íløgu í Skúlan á Fløtum. Saman við skúlanum á Argjum, Eysturskúlanum og Skúlanum á Løgmannabreyt, metir borgarstjórin, at havnarborgarar fáa eitt gott úrval av skúlum til framhaldsdeildina.


Sankta Frans skúli er tó ikki sleptur á fjall í heildarætlanini, men hevur kommunan aðrar planir við skúlanum í miðbýnum.


- Vit ynskja at menna ein spennandi barnaskúla í miðbýnum. Ætlanin er, at Sankta Frans skúli yvirtekur nýggja bygningin hjá Kommunuskúlanum. Á tann hátt skapa vit eitt spennandi øki fyri barnaskúlan mitt í býnum.