Tað verður ikki leingi, so verður arbeiðið at byggja nýggjan musikkskúla, boðið út.
Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini hjá Tórshavnar Býráði, sigur, at nú verður seinasta hod løgd á fyrireikingarnar og so verður arbeiðið boðið út í vár, ella kanska enntá tíðliga í vár.
Musikkskúlin hevur havt eina umskiftiliga lagnu. Ein ætlan um at byggja hann við Norðurlandahúsið, var klár at seta í verk.
Men so varð ivi sáddur um undirlagið og um tað ikki var ov bleytt til at seta skúla á, uttan at brúka alt ov stórar upphæddir at tryggja lendi.
Tí varð avgerð tikin um at flyta hann út á Landavegin, á eitt stykki, er klárt at byggja á, men sum upprunaliga skuldi brúkast at byggja ítróttarhøll á.
Men so mátti projektið lagast til nýggju staðsetingina, og í hesum sambandi varð funnist at, at skúlin varð minkaður. Serliga varð fýlst á, at konserthøllin var so lítil, at hon næstan ikki tænti nøkrum endamáli.
Men so varð upp á tal at byggja tjóðpall í Skálatrøð, og í hesum sambandi varð eisini umhugsað at flyta Musikkskúlan enn einaferð, hesa ferð oman í Skálatrøð, og at byggja hann saman við Tjóðleikhúsinum.
Men tann ætlanin varð slept aftur og nú er enn einaferð avgjørt at byggja hann við Landavegin.
Og Helena Dam á Neystabø sigur, at hendan avgerðin er endalig.
Men í Heyst fekkk Musikkskúlin eisini nýggja stjóran og áðrenn endaliga avgerð varð tikin, varð fundur við nýggja stjóran, Andrea Heindriksdóttir.
Helena Dam á Neystabø, sigur, at í hesum sambandi er avtalað at gera nakrar broytingar, og serliga verður arbeitt við at gera konserthøllina størri aftur.
Hon sigur, at nú verður arbeiðið fyrireikað, og so verður skúlin boðin út í vár, kanska longu í næsta mánað.