umsókn um fígging, og vit síggja at fyrireikingararbeiðið er gott, og at tað eru útlit til at tað er lønandi virksemi, so eru vit tilreiðar at veita fígging, eingin ivi um tað, sigur Marner Jacobsen, varastjóri [...] kann væl hugsast, at tað fer hinvegin aftur. Tað er ómøguligt at siga nú. Viðvíkjandi niðurskrivingini av bygninginum er støðan eitt sindur øðrvísi. Fíggjareftirlitið hevur kravt, at peningastovnarnir [...] virðisbrævamarknaðinum er tað so, at kursurin lagar seg eftir marknaðarumstøðunum. ? Í løtuni hevur broytingin verði tann vegin, at rentan á okkara virðisbrøvum er hækkað, meðan kursurin er lækkaður. Men næsta
sang og guitarspæl, at undirhalda. Men tónleikaundirhaldi verður bert á Eysturskúlanum. Tað er ikki nóg mikið pláss á Veviskúlanum til tess. ? Skráin er annars tann, at framsýningin er opin leygardagin og [...] heldur til í Tórsgøtu 5, har vaskaríið helt til fyrr. Orsøkin til at framsýningin er á tveimum støðum er tann, at í ár var tilmeldingin so stór at pláss var ikki fyri øllum næmingunum í Eysturskúlanum. Ikki [...] kvøldskúlan í ár, og tað svarar til einar 2.000 næmingar. Napoleon Nólsoy sigur, at tað er stór rúgva, men hevði játtanin verði størri, so hevði næmingatalið eisini verið nógv størri. ? Játtanin er uppá 2.9 mió
tá vóru neyðug, løgdu grundarlagið fyri at vøksturin, ið einaferð fór at koma, so skjótt sást aftur víða um í samfelagnum. Tað munnu ikki vera mong, sum ivast í, at vaksandi fiskiskapurin ? bara toskafi [...] yvir um nøkur framgongd er, so hava vit tó betri møguleikar at ávirka, hvussu hon vísir seg ? hvar framgongdin best sæst. Týðandi táttur í politiskum arbeiði er júst at stýra so, at ein framgongd verður styrkt [...] andstøðu og Javnaðarflokkurin átti landsstýrismannin í fíggjarmálum. Rætt er tað, at Føroyar aftur hava merkt eina framgongd, eftir at fólkafloksmonopolini ? bankarnir og fiskasølan fyrst og fremst ? fingu
umráðandi ? nú tað stundar til val ? at sannføra fólk um, at tað í Føroyum gongur framá við sjeymílafetum. Og at hetta er fólkafloksins politisku avrikum fyri at takka. Um útsagninar so tola eina nærri granskan [...] Mong hava upplivað at fáa ein lut ? eina seymimaskinu, eitt sjónvarp ella ein bil ? har altíð okkurt er galið. Tað vísir seg at vera ?ein mánadagslutur? ? ein mánadagsmodellur. Í føroyska blaðheiminum [...] trúvirði í greinini. Tað er sjálvsagt, at ein politikari, sum stendur fyri vali, ynskir at lýsa sína støðu so góða sum gjørligt. Men beinleiðis at venda veruleikanum á høvdi og bera fram so villeiðandi propaganda
liggja til eftir valið. Tað rætta nú at gera, er at stevna fyri at útseta fyrningarfreistina, og so at fara undir samráðingar eftir valið. Tí tað er øllum púra greitt, at einki gott spyrst burtur úr samráðingum [...] løgmaður ikki matari, enn at skriva út val - at vera sama dag, sum fyrningarfreistin er úti! Eftir hesa gerð vísti løgmaður seg kortini so frægan, at hann boðaði frá, at hann ikki fór at standa á odda fyri [...] Tí er tað so lítið høpi í, at hann nú heldur seg vera føran fyri at standa á odda fyri samráðingunum - bara tí hann hevur fingið eina álitisváttan í Sambandsflokkinum. Mín hugsan um hetta mál er greið:
øðrum at liva við teimum órímuligu treytum, ið blivu settar okkum. Endin var, at vit blivu ekskluderaðir. Aftaná eksklusiónirnar boðaði fylkingin frá, at nú fór at bera til hjá teimum at mennast og at føra [...] politikk. Í dag er fylkingin komin á gravarbakkan, men hóast henda veruleika, so fer neyvan nøkur sjálvrannsakan fram í tí sektini, ið eftir er, og tí er ongin vón um heilsubót. Tað at hava sitið á løgtingi [...] Eg havi bjóðað meg fram sum valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið. Eg var valdur løgtingsmaður fyri Verkamannafylkingina í 1994. Viðurskiftini í fylkingini blivu so ótolandi, at tað var ómøguligt
sigur Bjørn á Heygum. Er tað ein trupulleiki fyri demokratisku skipanina, at tinglønirnar eru so vánaligar? Tað er greitt, at fyri høgt útbúgvið fólk er tað ikki freistandi at fara upp í politikk, við [...] tínum virki? Tað kann eg avgjørt. Við tað at kunnleikastøðið er so nógv betur, kenni eg samfelagið frá øðrum sjónarhorni, og veit hvussu skipanin virkar. Tað er gagnligt - eisini í advokatvirki mínum. Ósemjan [...] Hann heldur tað vera lítið hugaligt at luttaka í einum flokki, har altíð er ósemja innanhýsis, og har eingin virðing er fyri leiðsluni. Tað hevur verið oyðileggjandi, at Edmund Joensen er púra óbrúkiligur
alt á gólvið av tí at Blikur hevur fingið maskinskaða... Tað er ótolandi. Og tað ringasta er, at Skipafelagið átekur sær onga ábyrgd, tí fiskurin er ikki komin umborð á Blik. ? Og tað er ongin trygging, sum [...] komið frá løgmanni um tað. Ein rupulleiki er, at Dúgvan liggur á Skála, og kann ikki taka siglingina upp. Og trupulleikin hjá Norrønu er, at veðrið er so ringt, at tey eru ikki fegin um at lata Norrønu sigla [...] eykalutinum og leigaðu tyrluna úr Vágum fyri at hann skuldi vera so skjótt frammi sum gjørligt. Tað er professionelt. At brekið so vísir seg at vera okkurt annað, er eitt herviligt óhapp, sum vit onki kunnu
okkum, sum nú í fleiri mánar hava fingist við at seta skorður undir FM-jubileumskappingina, er tað ein lætti, at liðugt nú er at telja niður og at byrjanarskotið er loyst av. Teir, sum sjálvir hava skipað fyri [...] Mentamálanevndarformaðurin tóktist at hava lisið uppá, tí tað, hann hevði at bera fram avdúkaði kunnleika, innlit og áhuga fyri okkara aðalborna spæli. Hann gjørdi vart við, at Havnar Telvingarfelag fyllir 75 [...] samband við jubileumstiltakið, og tað eru vit teimum øllum hjartaliga takksamir fyri. Nóg so seint gjørdist tað, áðrenn leikur var lokin í gjárkvøldið, men soleiðis plagar at vera tann fyrsta kappingardagin,
landsstýrismanni. Hann segði millum annað, at tað var gott at síggja, hvssu væl vinnulívið hevði tikið móti verkætlanini European Business Gamel. Í dag er tað umráðandi, at vinnulív og skúlaverk samstarva, og [...] samstarvi er at broyta hugburðin hjá næmingunum, so dentur verður lagdur á, at tað ber til hjá næmingunum sjálvum at vera arbeiðsskapari - ein skal ikki bara sita hendur í favn og bíða eftir, at onnur skulu [...] hevði ikki borið til at framt tiltakið European Business Game, og sum eisini landsstýrismaðurin í skúlamálum segði, er tað neyðugt, at vinnulív og skúlaverk arbeiða saman, so tað ber til at menna nýggjar f