Illa fór tann góða føroyska sakin

Illa fór tann góða føroyska sakin - bankamálið. Aftan á almannakunngeringina av bankakanningini vóru allir okkara kosnu politikarar samdir um, at føroyingar høvdu eina góða sak.

Og tað høvdu vit eisini, tí eyðsæð var, at bankakanningin týðiliga vísti, at føroysku politikararnir høvdu í grein í sínum máli um, at viðferðin, vit fingu, ikki var tann rætta.

Men viðgerðin av málinum í Føroyum hevur verið sera klossut. Meðan danska fólkatingið góða viku eftir, at bankakanningin varð almannakunngjørd hevði aðalorðaskifti um málið, hevur okkara løgting einki gjørt við málið enn.

Løgtingið hevur bíðað eftir útspælinum frá landsstýrinum. Men hvar blívur hetta útspælið av?

Best sum leikur fer, so ger løgmaður ikki matari, enn at skriva út val - at vera sama dag, sum fyrningarfreistin er úti!

Eftir hesa gerð vísti løgmaður seg kortini so frægan, at hann boðaði frá, at hann ikki fór at standa á odda fyri samráðingunum. Tí er tað so lítið høpi í, at hann nú heldur seg vera føran fyri at standa á odda fyri samráðingunum - bara tí hann hevur fingið eina álitisváttan í Sambandsflokkinum.

Mín hugsan um hetta mál er greið: Latið málið liggja til eftir valið. Tað rætta nú at gera, er at stevna fyri at útseta fyrningarfreistina, og so at fara undir samráðingar eftir valið.

Tí tað er øllum púra greitt, at einki gott spyrst burtur úr samráðingum meðan valstríð er.



Eirikur Lindenskov

valevni Javnaðarfloksins