Rímuligt ár hjá Sparikassanum

Broytingar á virðisbrævaøkinum og niðurskriving av bygninginum í samsvari við nýggju mannagongdina hjá Fíggjareftirlitinum er orsøk til, at ársúrslitið hjá Føroya Sparikassa »bert« er uppá knappar 5 mió. kr

Tað er stórur munur á ársúrslitunum hjá Føroya Sparikassa og hjá Føroya Banka.

Einar 340 mió. krónur á muni. Tí móti knøppum 5 mió. krónum hjá Sparikassanum hevði bankin yvirskot uppá 343 mió. kr.

Men tað er nú ikki bara tað sum hevur týdning í hesum sambandi.

Verða úrslitini seinastu árini lægd saman, so sæst, at meðan Føroya Banki, orsakað av avvsetingum hevur havt hall uppá uml. 2.1 mia. krónur, so hevur Sparikassin havt yvirskot uppá uml. 150 mió. krónur somu ár.

Úrslitið hjá Sparikassanum áðrenn skatt í 1997 er 18,7 mió. krónur, skatturin er knappar 14 mió. krónur og harvið er ársúrslitið knappar 5 mió. krónur.

Ársúrslitið í 1997 er munandi verri enn í 1996, tá roknskapur sparikassans vísti eitt úrslit eftir skatt uppá knappar 50 mió. krónur.

Men tað eru nakrar skilagóðar frágreiðingar til tað.

Tí í mun til 1996 varð Sparikassiní 1997 raktur av einum kursfalli á virðisbrøvum, sum gav eitt kurstap uppá 20,6 mió. krónur. Í 1996 hevði Sparikassin ein kursvinning uppá 4,4 mió. krónur.

Harafturat kemur at Sparikassin í 1997 var noyddur til at niðurskrivað bygningarnar í samsvari við nýggju mannagongdina hjá Fíggjareftirlitinum soleiðis, at teir nú eftir snørklutum formli verða virðismettir til marknaðarvirði.

Henda broyting gav eina niðurskriving uppá 26,4 mió. krónur.

Triðja orsøkin er, at virksemi hjá Sparikassanum er økt í 1996 og 1997.

Tískil hava tey verið noydd til at seta fleiri fólk í starv. Hetta sama við sáttmálatreytaðum broytingum ger, at starvsfólkaútreiðslurnar eru øktar við 4,8 mió. krónum.

Leggja vit hesi tølini saman við ársúrlitinum fyri 1997, so síggja vit at ársúrslitið hevði verið umleið 50 mió. krónur.


Talan er um eingangsfyribrigdi

Marner Jacobsen, varastjóri í Sparikassanum sigur, at talan er um eingangsfyribrigdir.

? Við virðisbrævamarknaðinum er tað so, at kursurin lagar seg eftir marknaðarumstøðunum.

? Í løtuni hevur broytingin verði tann vegin, at rentan á okkara virðisbrøvum er hækkað, meðan kursurin er lækkaður. Men næsta ár kann væl hugsast, at tað fer hinvegin aftur. Tað er ómøguligt at siga nú.

Viðvíkjandi niðurskrivingini av bygninginum er støðan eitt sindur øðrvísi.

Fíggjareftirlitið hevur kravt, at peningastovnarnir gera virðini á bygningunum upp eftir serstøkum leisti, við støði í marknaðarprísinum.

Hædd verður tikin fyri hvussu stórt eitt møguligt leiguvirði er, og harútfrá verður gjørd ein snørklut rokning, sum til endans gevur bygninginum eitt virði.

Er hetta virðið lægri enn bygningurin var upptikin til frammanundan, so skal niðurskrivast, og tað er júst tað sum er hent í ár.

? Næsta ár verða avskrivingarnar gjørdar við støðið í tí útroknaða virðinum. So tá sleppa vit undan tí stóru niðurskrivingini sum vit hava í ár.


Grundraksturin

er nøktandi

Marner Jacobsen sigur at leiðslan í Sparikassanum sum so er nøgd við grundraksturin.

? Seinastu árini hevur grundraksturin givið millum 54 og góðar 60 mió. krónur í yvirskotið og tað ger hann eisini í ár.

Bæði innlánini og útlánini eru økt.

Útlánini eru økt við 4,9% svarandi til 115,9 mió. krónur og samlaði útlánsmassin hjá Sparikassanum var 2.479 mia. krónur um ársskiftið.

Innlánini eru eisini økt, men bert við 81,7 mió. krónum. Vøksturin svarar til 3 prosent. Hesin vøkstur svarar so nøkunlunda til rentuna á innistandandi, so tað sær ikki út til at føroyingar spara nógv upp í hesum tíðum.


Økt kapping

Virksemið hjá Sparikassanum er nógv økt seinastu árini. Tá Sparikassalógin varð broytt í 1994 fekk Sparikassin eisini loyvi til at fara inn á økir teir ikki fyrr høvdu fíggjað, eitt nú vinnulívsfígging.

Hetta merkist nú, tí talið av vinnulívskundum økist í hvørjum.

Men Marner Jacobsen leggur dent á, at tað verður gjørt við varsemi.

? Vit eru ógvuliga »selektiv« tá vit fara inn at fíggja vinnulívsvirksemi.

? Sparikassin fíggjar ikki eitt virkið um vit síggja, at tað ikki hevur møguleika at bera seg.

? Men kemur ein kundi á gátt við einari umsókn um fígging, og vit síggja at fyrireikingararbeiðið er gott, og at tað eru útlit til at tað er lønandi virksemi, so eru vit tilreiðar at veita fígging, eingin ivi um tað, sigur Marner Jacobsen, varastjóri í Sparikassanum.

Fyri at bøta um umstøðurnar bæði hjá starvsfólkunum og ikki minst hjá kundunum hevur Sparikassin keypt bygningin hjá Fiskasøluni yvir við Stond.

Øll vinnulívsdeildin flytir inn í tann bygningin einaferð á heystið 1999 og tað fer at bøta munandi um arbeiðsumstøðurnar og ikki minst fer tað at geva okkum møguleikan, at veita kundunum eina enn betri tænastu, sigur Marner Jacobsen at enda.

Sparikassin hevði aðalfund á Hotel Hafnia í gjárkvøldið klokkan 17.00