Tað var í einum grein 52a fyrispurningi, at Johan Dahl, tingmaður, spurdi Jóhan Christiansen, landsstýrismann í samferðslumálum, hvat tær28 milliónir krónurnar, sum á vári 2025 vórðu játtaðar til liðugtgerð av Dalstunlinum, eru brúktar til.
Fyrispurningurin hjá Johan Dahl var soljóðandi:
1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, hvussu tær 28 mió. kr., sum á vári 2025 vórðu játtaðar til liðugtgerð av Dalstunlinum, skulu brúkast, og hvussu nógv av hesari játtan er brúkt pr. 15. september 2025?
2. Kann væntast, at tað verður biðið um enn eina eykajáttan í ár?
3. Hvat av arbeiðinum, ið eftir er at gera fyri at fáa tunnilin liðugtgjørdan, er ikki boðið út enn, og nær verður hetta væntandi boðið út?
4. Nær verður væntað, at Dalstunnilin kann takast í nýtslu?
Í svarinum sigur Jóhan Christiansen, at nýggja farleiðin til Dals verður mett at kosta 173 mió. kr. Við í kostnaðinum er sjálvur Dalstunnilin upp á 2,2 kilometrar, breiðkan av vegum og asfaltarbeiði uttan fyri tunnilin.
– Ein stórur partur av verandi vegum í Húsavík og í Dali eru breiðkaðir. Eisini er eitt stórt arbeiði gjørt á vegnum til Skálavíkar, har vegurin er rættaður upp við gróti frá tunlinum.
– Í 2025 verður tað mesta av arbeiðinum gjørt liðugt, men el-arbeiðið verður ikki liðugt fyrr enn á vári 2026, umframt at økið verður ruddað liðugt og annað.
– Søkt varð um eykajáttan til verkætlanina, tí staðfest var, at nýggja farleiðin til Dals ikki kundi gerast liðug fyri ta upphædd, sum var játtað í fíggjarlógini fyri 2025. Eykajáttanin var sostatt ein fortreyt fyri, at seinastu arbeiðini kundu bjóðast út, og at arbeiðast kundi víðari við tunlinum, sigur landsstýrismaðurin.
Hann greiðir víðari frá at tær 28 mió. kr., sum eru veittar í eykajáttan í ár, skulu serliga brúkast til at gera vegbreytina lidna í tunlinum og til el- og trygdarútgerð og asfaltering.
– Í árunum 2018-2024 eru 110 mió. kr. brúktar til sjálva farleiðina, umframt 13,7 mió. kr.
til útgerð til tunnilsarbeiðið. Tøk játtan er 62,8 mió. kr. í 2025.
– Tað eru bókaðar 12 mió. kr. higartil í ár. Nýtslan verður mett til 37,8 mió. kr. í 2025, og 25 mió. kr. verða fluttar fram til 2026 til at gera nýggju farleiðina til Dals lidna.
– Tørvur verður ikki á eykajáttan til at gera Dalstunnilin lidnan, sigur hann í svarinum til spurning 1 og 2.
Og í svarinum til spurning 3 og 4 sigur landsstýrismaðurin, at tað einasta stóra arbeiðið, sum er eftir at bjóða út, er el-arbeiðið í sjálvum tunlinum, tað vil siga tekniskar installatiónir, trygdarútgerð, ljós og tílíkt. Ætlanin er at bjóða arbeiðið út um nakrar dagar.
– Sum nevnt omanfyri, í svari til spurning 1 og 2, verður Dalstunnilin væntandi liðugur og klárur at taka í nýtslu á vári 2026. Tó metir Landsverk, at tað verður møguligt at leiða ferðslu ígjøgnum tunnilin áðrenn hetta, um tað gerst neyðugt, t.d. orsakað av ringum veðri, og tað ikki er ráðiligt at koyra eftir gamla vegnum.
– Ætlanin er at hava ein borgarafund í Dali, áðrenn veturin kemur, fyri at hoyra, hvørja
hugsan bygdarfólkið hevur um, hvussu ferðslan kann skipast, sigur Jóhan Christiansen
landsstýrismaður í samferðslumálum í svarinum til fyrispurningin frá Johan Dahl.











