Framsýning av handaligum verki

Um vikuskiftið hevur Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúli framsýning av handaliga arbeiðinum, sum arbeitt hevur verið við í ár. Eisini verður tónleikur og sangur á skránni.

Leygardaing og sunnudagin millum klokkan 14 og 19 verður árliga kvøldskúlaframsýningin hjá Tórshavnar kvøld- og ungdómsskúla.

Í ár verður framsýningin bæði í Eysturskúlanum og í Veviskúlanum sum heldur til í Tórsgøtu 5, har vaskaríið helt til fyrr.

Orsøkin til at framsýningin er á tveimum støðum er tann, at í ár var tilmeldingin so stór at pláss var ikki fyri øllum næmingunum í Eysturskúlanum.

Ikki færri enn 2.700 tilmeldingar vóru til kvøldskúlan í ár, og tað svarar til einar 2.000 næmingar.

Napoleon Nólsoy sigur, at tað er stór rúgva, men hevði játtanin verði størri, so hevði næmingatalið eisini verið nógv størri.

? Játtanin er uppá 2.9 mió krónur. Hevði játtanin til dømis verið 5mió kr. so ivist eg ikki í, at vit høvdu havt einar 3.500 næmingar, tí kravgangurin er stórur.

? Onkrir næmingar hava tvær lærugreinar, nakrir fáir hava tríggjar, men teir allarflestu næmingarnir hava eina lærugrein, sigur Napoleon Nólsoy.

Skúlin hevur 9. 0g 10. floks undirvísing, og hon byrjar íaugust mánaði.

Harafturat undirvísa vit í maritimari fyrireiking, sum er eitt fyrireikingarskeið til teirra, sum skulu á Sjómansskúla.

Øll hesi byrjað tá vanliga skúlagongdin byrjar, men tey sum ganga til ymisk handligt, sang og annað tey byrjað einaferð í septembur, sigur Napoleon Nólsoy.


Tónleikur og sangur

Í samband við framsýningina av tí handaliga verkinum fara næmingar sum í vetur hava gingið til eitt nú sang og guitarspæl, at undirhalda.

Men tónleikaundirhaldi verður bert á Eysturskúlanum. Tað er ikki nóg mikið pláss á Veviskúlanum til tess.

? Skráin er annars tann, at framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin millum klokkan 14 og 19.

? Leygardagin klokkan 16 verður tónleikaundirhald, har næmingar hjá Boga Isaksen fara at spæla. Klokkan 17 leygardagin fer kórið Glymur, sum Bjarni Berg og Edvard Nyholm Debess standa fyri, at undirhalda gestunum við sangi.

Eisini sunnudagin verður undirhald.

Í skráani sum lýst er stendur, at GHM skal spæla, men teimum hevur tíverri borist frá og tann parturin er tí avlýstur.

Klokkan 15.00 sunnudagin verður klaverspæl. Tað eru næmingar hjá Beintu Háberg Jacobsen sum fara at spæla og klokkan 17.00 fer Kamarkóriðvið Bjarna Bæk sum leiðara at syngja.

Napoleon Nólsoy sigur at enda, at ongum nýtist at ganga hvørki svangur ella tystur á framsýningini, tí í báðum støðum selja tey kaffi og køkur.