Javnaðarflokkurin - er tann einasti hugsjónarflokkurin

Søguliga man fáur ivast í, at Javnaðarflokkurin saman við fakfelagsrørsluni, hevur gingið á odda í stríðnum fyri at skapa fyritreytir fyri einum samfelag fyri øll

Eg havi bjóðað meg fram sum valevni hjá Javnaðarflokkinum til løgtingsvalið. Eg var valdur løgtingsmaður fyri Verkamannafylkingina í 1994. Viðurskiftini í fylkingini blivu so ótolandi, at tað var ómøguligt hjá mær og øðrum at liva við teimum órímuligu treytum, ið blivu settar okkum. Endin var, at vit blivu ekskluderaðir. Aftaná eksklusiónirnar boðaði fylkingin frá, at nú fór at bera til hjá teimum at mennast og at føra politikk. Í dag er fylkingin komin á gravarbakkan, men hóast henda veruleika, so fer neyvan nøkur sjálvrannsakan fram í tí sektini, ið eftir er, og tí er ongin vón um heilsubót.

Tað at hava sitið á løgtingi og í landsstýri uttan ein flokk aftanfyri seg í stóran part av valskeiðinum, hevur bæði verið ein fyrimunur og ein vansi. Í longdini er hetta ikki ein haldbar støða og serliga ikki tá tung tøk skulu takast. Arbeiðssetningurin hesi 4 árini hevur verið tann, ið eg fór til val uppá í 94, at allar góðar kreftir máttu taka seg saman at fáa landið á føtur aftur og at vælferðarsamfelagið skuldi varðveitast og mennast.

Mong eru óiva í døpurhuga um tað yvirhøvur ber til at stýra Føroyum við skili, og mangan ivast ein sjálvur, tá ein nærum dagliga er vitni til tað menningarstig, føroyskur politikkur er á.

Orsakað av okkara serligu støðu við ríkisfelagsskapi við Danmark og Grønland, hava vit eina eyka dimensión í føroyskum politikki umframt tær klassisku høgra og vinstra, nevniliga samband og loysing. Henda støða ger, at flestu flokkar eru ein hugsjónarlið fløkja. Einasti flokkur í Føroyum, ið er ein nøkurlunda hugsjónarlið eind við realpolitiskum boði uppá, hvussu vit kunnu menna og stjórna Føroyum í tann mun vit hava orku og royndir til tess og í tann mun tað er skilagott, er Javnaðarflokkurin.

Hóast framburður hevur verið seinastu 4 árini á nærum øllum økjum og ábøtur eru gjørdar innan almanna- og heilsuøkið, umframt betri fíggjarlig trygd hjá arbeiðsleysum, eru enn tung tøk at taka, sum best takast við einum sterkum Javnaðarflokki í leiðslu landsins. Serliga má arbeiðast fyri at betra um korini hjá teimum við skerdum møguleikum, bæði ungum gomlum. Søguliga man fáur ivast í, at Javnaðarflokkurin saman við fakfelagsrørsluni, hevur gingið á odda í stríðnum fyri at skapa fyritreytir fyri einum samfelag fyri øll.

Javnaðarflokkurin hevur neyðugu styrkina og hugsjónarligu barlastina til, á realpolitiskum støði, at tryggja, at samfelagsmenningin verður stýrd við neyðugum fyriliti fyri tí einstaka og solidaritetinum í samfelagnum.

Javnaðarflokkurin hevur eitt valupplegg, ið er gott grundarlag fyri politikkinum framyvir. Ongin politiskur flokkur er fullkomin, og mín vón skal verða, at Javnaðarflokkurin gerst eitt forum, har fræls fólk við javnaðarhugsjónum gerast virkin, eru við í menningini av flokkinum og harvið samfelagnum. Besti møguleikin at hava ávirkan er at taka aktivan lut.

Gott val.


Kristian Magnussen,

løgtingsmaður