Aðrastaðni í blaðnum í dag, havi eg víst á, hvussu Óli Breckmann hveur pyntað uppá tøl í Hagtíðindum fyri at kunna reypa av eini óveruligari framgongd ? sí greinina ?Mánadagsavrik?.
Men hetta er ikki einasta manipulatiónin í grein hansara ?3000 ársverk afturat í vinnuni síðan ´94?
Hvør eigur framgongdina?
Í grein síni roynir Breckmann at geva Fólkaflokkinum heiðurin fyri framgongdina ? yvirlyggjarin ljóðar ?Fýra góð borgarlig ár?. Soleiðis góðskrivar hann sínum eisini tað sum hendi meðan Fólkaflokkurin var í andstøðu og Javnaðarflokkurin átti landsstýrismannin í fíggjarmálum.
Rætt er tað, at Føroyar aftur hava merkt eina framgongd, eftir at fólkafloksmonopolini ? bankarnir og fiskasølan fyrst og fremst ? fingu koppað privatu milliardaskuldina yvir á landskassan og harvið skattgjaldaran.
Men tá Óli Breckmann og Fólkaflokkurin vilja taka sær æruna av hesum, tá er skotið langt yvir málið. Í teimum ringastu kreppuárunum, meðan Javnaðarflokkurin sat við landsins leiðslu, varð grundarlagið lagt. Tey tungu og ógvusligu inndriv, sum tá vóru neyðug, løgdu grundarlagið fyri at vøksturin, ið einaferð fór at koma, so skjótt sást aftur víða um í samfelagnum.
Tað munnu ikki vera mong, sum ivast í, at vaksandi fiskiskapurin ? bara toskafiskiskapurin vaks frá minni enn 10.000 tonsum í 1994 til meira enn 30.000 tons í 1997 ? er høvuðsorsøkin til tað framgongd, ið hóast alt hevur verið. Treyðugt so ? politisk tiltøk hava eisini hjálpt til. Ikki minst stóri skattalættin, sum Jóannes Eidesgaard við breiðum stuðli framdi við árskiftið 1995/96 birti uppundir eina neyðuga optimismu.
Tó skerst ikki burtur, at okkara samfelag er ómetaliga viðkvæmt fyri broytingum í fiskiskapinum og helst hevði ongin framgongd yvirhøvur verið, um veiðan ikki var so nógv vaksin.
At stýra framgongdini
Kunnu vit bert í ávísan mun ráða yvir um nøkur framgongd er, so hava vit tó betri møguleikar at ávirka, hvussu hon vísir seg ? hvar framgongdin best sæst. Týðandi táttur í politiskum arbeiði er júst at stýra so, at ein framgongd verður styrkt og sæst aftur so breitt sum gjørligt. Og her er tað, at Óli Breckmann roynir at káva útyvir og taka sær og sínum heiðurin av úrslitunum hjá øðrum.
Hetta ger hann við eini dupult manipulatión ? minst.
Lutvíst viðgerð hann alt skeiðið frá 1994 til 1997 undir einum og skýrir tað ?Fýra góð borgarlig ár?. Og lutvíst velur hann sær út vinnugreinar ?för tilfället? og letur týðandi partar verða uttanfyri.
?Rottureiðrini? gloymd
Tá Breckmann skal snikka veruleikan til síni endamál er hann ikki smæðin. Við einum pennastrokið heldur hann allar almennar tænastur uttanfyri myndina, samstundis sum hann blæsur framleiðslu- og privatu tænastuvinnurnar upp.
Kanska er tað ikki so løgið, at hann ikki vil viðgera almennu tænasturnar ? sjálvur virðir hann ikki almenn starvsfólk meira enn rottur. Og júst tí er tað so pínligt fyri hann, um veruligi tølini koma fyri ein dag.
Jóannes og Anfinn
Tí gera vit upp, hvussu ávikavist Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri fyri Javnaðarflokkin, og Anfinn Kallsberg, fíggjarmálaráðharri fyri Fólkaflokkin, hava umsitið framgongdina, er sjónligur munur.
Javnaðarflokkurin átti figgjarmálaráðharran frá september 1994 til juni 1996. Verða løngjaldingarnar gjørdar upp sum meðaltøl fyri 12-mánaðarskeiðini oktober ´94 til september ´95, juli ´95 til juni ´96 og fyri januar ´97 til desember ´97, tá kunnu vit samanlíkna avrikini hjá Eidesgaard og Kallsberg.
Í skeiðnum hjá Jóannesi øktist talið av løngjaldingum við 1450 ? av hesum vóru 66% í framleiðsluvinnum, 23% í privatum tænastum og 11% í almennum tænastum. Í samsvarandi tíðarskeiði hjá Anfinni øktist talið av lønargjaldingum við 2015 ? av hesum vóru 31% í framleiðsluvinnum, 50% í privatum tænastuvinnum og 19% í almmennum tænastum.
Sum tað sæst á myndunum var størsti vøksturin í Jóannes´ skeiði í framleiðsluvinnunum, fyrst og fremst fiskiskapi, fiskavirking og aling.
Tað paradoksala er, at tá Fólkaflokkurin tekur við fíggjarmálum, fer almenna umsitingin av álvara at vaksa aftur. Hesin flokkur, sum hevur brúkt so nógva orku at jarðleggja alt alment virksemi og sum hevur háða ,spotta og lutvíst forfylgt almennum starvsfólki. Hesin flokkur var tann, sum átti størra vøksturin í almennum løngjaldingum.
Um hesin flokkur ikki hevur spottað seg sjálvan, so hevur ongin tað.
Bergur P. Dam