Hvussu kann óheft upplýsing vera landsskaðilig, spyr hann. Vit hava sanniliga viðgjørt blokkstuðulin heima í Føroyum. Men hetta er ein veiting, sum danir lata okkum hvørt ár og tað kann ongantíð vera til [...] Hetta var ætlað at vera ein ráðstevna, sum skuldi lýsa nøkur faklig, óheft sjónarmið. Har vóru serfrøðingar, sum hildu, at blokkstuðulin var skaðiligur, men har vóru eisini serfrøðingar, sum hildu, at blokkstuðulin [...] av teimum, sum uppfataðu hetta sum uppílegging um grønlendsk viðurskifti Høgni Hoydal sigur, at ongin politikari úr Grønlandi ella úr Føroyum vóru við sum fyrilestrarhaldarar. ? Tað vóru bara fýra danskir
gera tað so lætt sum gjørligt at stovna eitt íverksetarafelag. – Tað eru nøkur, sum fara rambundus. Men tað eru sanniliga eisini nøkur, sum skapa næsta felagið, sum kann halda tað støðið, sum vit øll meta [...] feløg, sum hava ein byrjunarkapital upp á bara eina krónu. Men tað er ikki einasta orsøkin til, at íverksetarafeløg enda við at skylda statinum nógvar milliónir. Talið av íverksetarafeløgum, sum eru farin [...] Danske Revisorer. – Tá eitt felag er stovnað, eru nógvir formalitetir, sum skulu vera í ordan. Og um eigarin ikki syrgir fyri tí, so er tað uppgávan hjá statinum at leggja felagið niður, sigur hann. Síðani
eina bót, sigur Suni Petersen. Hann sigur, at tað bara skal vera í lagi. - So tað er líkamikið, um ein kontakt er í ólagi, ella tað er ein sveising, sum er sprekka, tá olja kemur á sjógvin, er tað skyldan [...] tað tykist, sum hevur harða linjan í revsisakum móti skipum, sum ganga ov lætt um tá bunkrað verður, gjørt, at teir hava havt munandi færri sakir um bunkringsyvirflot. - Nei, vit hava ikki eins nógv mál, [...] sum vit høvdu fyri einum fimm árum síðani. Tað svingar sonógv, og trupult er at geva hagtøl, tá tala er um so fá mál, sigur Suni Petersen. Hann sigur, at tað tykist, sum er nógv betur ansað eftir nú,
ikki heildarmetingina um, at vit sóu eitt føroyskt lið, ið so ella so ikki rakti dagin. Frammi á toppinum arbeiddi Christian Lamhauge Holst sum ein hestur, men aftan fyri hann leveraðu menn langt ífrá sama [...] er so staðfestingin av, at tað verður uttan tríggjar vanliga mest arbeiðssomu spælarunum, at føroyska liðið skal standa seg. Hóast gula kortið til Atla Danielsen var mest sum vanvittuga bíligt, so kostar [...] førur fyri at byrja inni á toppinum, og so er upplagt, at Christian Lamhauge Holst verður fluttur aftur í leiklutin sum offensivur miðvallari, har hann í størri mun kann søkja aftur til bóltmóttøku. Á høgra
til oktober og stóra avbjóðing verður so at útvega fólkinum á virkinum á Tvøroyri arbeiði uttanfyri vertíðina. - Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast. Tað kann gerast við at royna at útvega teimum [...] at virka um veturin. Tað kann eisini gerast við at lata tey - ella nøkur av teimum, - fylgja við suður til Vágs at arbeiða, tá ið virkið har letur upp. Ella tað kann vera ein samanblandingur av báðum. [...] altjóða sjógvi norðanfyri, eydnaðist ikki so væl, sum tey høvdu vónað. Herfyri tók Fiskavirking á Tvøroyri ímóti tveimum lastum av kongafiski frá Fagrabergi, sum vórðu fiskaðar í altjóða sjógvi norðanfyri
viðurskifti gera seg galdandi. Her er talan um næmingar, sum eru blindir, ella hava hava okkurt likamligt brek, ið ger, at teir ikki kunnu vera til roynd.
Talan er eisini um næmingar við Downs syndrom [...] gingið minni enn 1 ár í føroyskum skúla og næmingar, sum eru tal- ella orðblindir. Haraftrat hevur PISA ásett, at talið av frítiknum næmingum ikki má vera hægri enn 5 prosent. - Í summum førum megna lutta [...] ikki halda seg innan fyri hetta mark, t.d. Danmark, og tá verða fleiri upplýsingar kravdir, so kannast kann um upplýsingarnar kunnu samanberast.
Í 2009 hildu Føroyar seg væl og virðiliga innanfyri mark
undan einum vali, men tað eru bara úrslitini, ið telja. Loystu málini hava verið mong síðstu fýra árini, og tí vil eg arbeiða fyri at loysa eldraøkið líka so skjótt og gott, sum vit loystu barnaansingina. [...] og ikki bara at tosa um tær. Í hesum døgum eru bløðini á tremur, har politikarar taka æruna fyri bæði hetta og hatta. Tað er eisini í fínasta lagi, um teir altso hava gjørt so nógv til nyttu, sum teir breggja [...] av. Onkur hevur sagt, at ein góður politikari »heldur meira, enn hann lovar«. Hetta eru nokk sannleiksorð, ið verða so dyggiliga staðfest í júst hesum valstríðnum, tí verri enn so altíð er samanhang millum
hart, tá hon sum landsstýriskvinna tók støðu til at loysa stríðið, sum var í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Men at friður nú valdar á Landssjúkrahúsinum, metir hon sum ein sigur. ? Tað kann vera, at eg í [...] úrslit. So leingi eg haldi, at tað eydnast, ætli eg mær at halda fram. Men eg havi eitt sera ríkt lív, sum eg altíð kann falla aftur á, sigur Helena Dam á Neystabø. Týsdagurin 13. februar er ein dagur, [...] nú skuldu vit bara fara og kapitalisera blokkin. Hetta skuldi geva okkum nógvar pengar, so vit fingu ráð at gera sum vit ynskja. ? Tjóðveldisflokkurin førdi tá fram sína loysingarætlan, eins og hann hevur
Soleiðis skal tað vera. Men hetta merkir, at vit eisini mugu taka avleiðingarnar. Um tað skal vera Danmark, sum tekur tær fullu avleiðingarnar av okkara avgerðum – ja, so má Danmark sjálvsagt vera við til at [...] órímiligt. Men tað vil eingin hava. Vit eru samd um, at ræðið skal vera okkara. Men so eru summi sum halda, at hóast vit skulu hava valdið, so skal Danmark hava ábyrgdina. Tað er rættiliga óbúgvin hugsan. Eingin [...] gina, sum gav ES rætt at boykotta Føroyar. Stjórnin skuldi hava mandat til hetta frá Fólkatingsins Europanevnd. Í hesi nevnd hevur Javnaðarflokkurin ikki sæti, men vit gjørdu eina avtalu, so ein danskur
At skapa eitt skúlaumhvørvið, sum er áhugavert fyri næmingarnar, og tað kann vera eitt sindur trupult á einum so óbygdum øki sum Kambsdalur. Tá tú gongur í skúla í Havn, so ert tú næstan mitt í býnum. Men [...] síggja, hvat so hendir. Hetta kann hava við sær, at næmingatalið veksur, men tað kann eisini vera, at næmingatalið minkar, tí í Klaksvík er jú tekniskur skúli og HF. Henda spurningin ber ikki so væl til at [...] at fáa sær arbeiði, har tey kunnu forvinna pening. ? Ein ung genta kann fara við eitt nú Næraberg og forvinna upp í 25-30.000 krónur, og tað kann vera meira dragandi enn aftur at seta seg á skúlabonk. Eisini