- Tað eru ábendingar um, at okkurt er galið.
Tað sigur Annika Marr Poulsen, lærari, lesivegleiðari og orðblindalærari við Skúlablaðið.
Hon hevur kanna mátan, Pisa kanningar verða gjørdar upp á og hon sigur, at her eru nógvir ósvaraðir spurningar.
Úrslitini skulu takast í álvara, men tey benda á, at okkurt er galið, sigur Annika Marr Poulsen.
Hon vísir á, at PISA hevur ásett, at ávísir næmingar skulu frítakast frá PISA-kanningini, um serlig viðurskifti gera seg galdandi.
Her er talan um næmingar, sum eru blindir, ella hava hava okkurt likamligt brek, ið ger, at teir ikki kunnu vera til roynd.
Talan er eisini um næmingar við Downs syndrom, ella hava okkurt annað, útlendskir næmingar ið ikki duga føroysk, tí teir hava gingið minni enn 1 ár í føroyskum skúla og næmingar, sum eru tal- ella orðblindir.
Haraftrat hevur PISA ásett, at talið av frítiknum næmingum ikki má vera hægri enn 5 prosent.
- Í summum førum megna luttakaralondini ikki halda seg innan fyri hetta mark, t.d. Danmark, og tá verða fleiri upplýsingar kravdir, so kannast kann um upplýsingarnar kunnu samanberast.
Í 2009 hildu Føroyar seg væl og virðiliga innanfyri mark, við tað at bert 11 næmingar, ella 1m5 prosent vóru frítiknir.
Til samanberingar vóru 8,57 % næmingar frítiknir í Danmark og miðaltalið fyri londini í OECD var 6 prosent.
Ein onnur áseting er, at minsta 80 prosent av øllum 9. floks næmingunum eru við í kanningini.
Eisini her uppfylla Føroyar krøvini við tað, at bara 43 næmingar, ella 6 prosent, vóru burturstaddir.
Hon sigur, at tað er onki sum bendir á, at støðan er øðrvísi í Føroyum enn í Danmark, men í Danmark eru eini 2 – 5 prosent av næmingunum orðblindir.
Hetta merkir, at einir 15 - 36 av teimum 724 næmingunum í 9. flokki, sum luttóku í PISA, helst eru orðblindir.
- Og hetta er bert tann eini av fýra bólkum, nevniliga bólkurin við næmingum sum eru tal- ella orðblindir, sigur Annika Marr Poulsen við Skúlablaðið.
Úrslitið av Pisa kanningini verður annars kunngjørt í morgin.
Savnsmynd