Úrslitið var í lagi

- Vit hava ongan serligan áhuga í at fáa nakran dømdan, men hetta var so eitt úrslit, sum vit gott kunnu liva við, sigur Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni

Suni Petersen, leiðari á deildini fyri havumhvørvið, sigur, at tað tykist, sum hevur harða linjan í revsisakum móti skipum, sum ganga ov lætt um tá bunkrað verður, gjørt, at teir hava havt munandi færri sakir um bunkringsyvirflot.
- Nei, vit hava ikki eins nógv mál, sum vit høvdu fyri einum fimm árum síðani. Tað svingar sonógv, og trupult er at geva hagtøl, tá tala er um so fá mál, sigur Suni Petersen.
Hann sigur, at tað tykist, sum er nógv betur ansað eftir nú, tá bunkrað verður.
- Hevur tú fyrst fingið eina bót á 100.000 krónur, ansar tú betur eftir næstu ferð, vísir Suni Petersen á.
Og hóast hann ikki hevur nøkur hagtøl at vísa á, so kennir hann ser sannførdan um, at tað er vorðið betri.
- Vit hava eingi hagtøl yvir yvirbunkring, men tað er mín greiða sannføring, at tað er vorðið betri, sigur Suni Petersen.
Hann sigur, at tað altíð kann setast spurnartekin við skuldarskylduna hjá tí ákærda, og tað er tað, vit sóu í hesum førinum.
- Men tað er sum tá eg verið steðgaður av politinum, og ein at lyktunum júst er farin. Hóast eg kanska ikki havi lagt merki til tað, fái eg kortini eina bót, sigur Suni Petersen.
Hann sigur, at tað bara skal vera í lagi.
- So tað er líkamikið, um ein kontakt er í ólagi, ella tað er ein sveising, sum er sprekka, tá olja kemur á sjógvin, er tað skyldan hjá reiðarínum, sigur Suni Petersen, avdeilingsleiðari á Umhvørvisstovuni.