Fiskivinnuroyndir
Royndin hjá Fiskavirking á Tvøroyri at taka ímóti kongafiski úr altjóða sjógvi norðanfyri, eydnaðist ikki so væl, sum tey høvdu vónað.
Herfyri tók Fiskavirking á Tvøroyri ímóti tveimum lastum av kongafiski frá Fagrabergi, sum vórðu fiskaðar í altjóða sjógvi norðanfyri.
Fyrru ferðina hevði Fagraberg eini 140 tons og aðru ferðina hevði hann eini 80 tons, so tilsamans hevur Fiskavirking á Tvøroyri virkað eini 220 tons av kongafiski.
Tá ið Fagraberg fyri trimum vikum síðani avreiddi fyrstu lastina av kongafiski úr altjóða sjógvi norðanfyri vóru tey annars ógvuliga spent upp á, hvussu tað fór at eydnast.
Hetta var kongafiskur, sum tey púra onki kendi til frammanundan og tí var talan um eina nýskapandi roynd hjá Fiskavirking og Framherja á Toftum fyri at vita um hetta er nakað at byggja víðari á.
- Men verður tað neyvan, tí royndirnar gingu ikki so væl, sum høvdu vónað, sigur John Nielsen, virkisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, heilt stutt, nú tey hava tugt eitt sindur upp á úrslitið.
Fær neyvan nøktandi prís
John Nielsen segði tá við Sosialin, at hepnaðist hendan royndin væl, kundi tað fáa stóran týdning fyri virkið á Tvøroyri og arbeiðsfólkið, tí so vóru tey til reiðar at taka ímóti fleiri lastum og tað kundi ført til rættiliga nógv arbeiði á virkinum á Tvøroyri.
Stóri spurningurin var um tað ber til at fáa so nógv burturúr, at eisini Fagraberg fær nøktandi prís fyri fiskin.
Og tað er júst hetta, sum framvegis er ógvuliga ivingarsamt.
- Hetta er neyvan fiskiskapur, sum skipini kunnu fáa so frægt burturúr, at tað verður lokkandi hjá teimum at halda fram, sigur John Nielsen.
Hann sigur, at endaligi avreiðingarprísurin til Fagraberg er ikki funnin enn, men hann ivast stórliga í um hann verður so frægur, at tað fer at eggja skipinum at halda fram við hesum fiskiskapinum.
Av tí sama eru, sum er, ongar ætlanir um at Fagraberg skal koma aftur á Tvøroyri við meiri kongafiski.
John Nielsen sigur, at fyrstu ferð, tey arbeiddu kongafiskin, vóru trupulleikar at fáa maskinurnar á virkinum at virka sum tær áttu til hesa framleiðsluna, men aðru ferðina gekk betri við tí.
Men kortini væntar hann ikki, at tað er nóg mikið til at tað ber til at lata skipunum so góðan prís fyri fiskin, at tey eru sinnað at halda fram við hesum fiskiskapinum.
Kortini sigur hann, at tey hava fingið staðfest nøkur viðurskifti.
- Vit hava fingið staðfest, hvussu fiskurin er og vit hava staðfest hvussu hann er at framleiða til ymsar vørur. Í so máta hava vit eisini fingið okkara royndir burturúr, tó at tað neyvan fer at føra til nakað stórvegis hjá virkinum.
Sostatt fer kongafiskur úr altjóða sjógvi neyvan at verða nakað álit hjá Fiskavirking á Tvøroyri.
- Hetta verður ikki fiskiskapur, sum skipini fara at liggja á í longri tíð. Hetta verður í mesta lagi fiskiskapur, har skip kunnu gera einstakar túrar inn ímillum, ímeðan tey bíða eftir øðrum fiskiskapi.
Vónaðu nógv arbeiði
Tá ið tey fóru undir hesa royndina, segði virkisleiðarin hjá Fiskavirking í Suðuroy annars við Sosialin, at hepnaðist hendan royndin væl, kundi tað fáa stóran týdning fyri virkið á Tvøroyri og arbeiðsfólkið har, tí so vóru tey til reiðar at taka ímóti fleiri lastum og tað kundi ført til rættiliga nógv arbeiði á virkinum á Tvøroyri.
Fiskavirking hevur lagt framleiðsluna á virkinum á Tvøroyri um, so at tað nú í høvuðsheitum skal verða arbeiða gulllaks.
Í ár hava tey arbeitt 4000 tons av gulllaksi og ætlanin er at virka eini 4000-5000 tons av gulllaksi á virkinum hvørja vertíð.
Men gulllaksa-vertíðin er frá apríl til oktober og stóra avbjóðing verður so at útvega fólkinum á virkinum á Tvøroyri arbeiði uttanfyri vertíðina.
- Spurningurin er bara, hvussu tað kann gerast. Tað kann gerast við at royna at útvega teimum fólkunum aðra rávøru at virka um veturin. Tað kann eisini gerast við at lata tey - ella nøkur av teimum, - fylgja við suður til Vágs at arbeiða, tá ið virkið har letur upp. Ella tað kann vera ein samanblandingur av báðum.
Og tað var júst her, at Fiskavirking hevði vónað, at gulllaksurin úr altjóða sjógvi skuldi hava ein stóran leiklut, men tær royndir sum eru gjørdar, vísa, at nakran høvuðsleiklut, fær hann ikki.
Kortini ásannar John Nielsen, at sum fiskiskapurin hevur verið í seinastuni, hevur verið nógv at gera og sum støðan er nú, er væl og virðiliga grundarlag fyri tveimum virkjum í Suðuroy.










