Úrslit ella stríð – svar til Magna Arge

Óført at Magni Arge er komin upp í politiska kjakið. Hann leggur fyri við kritikki av mær. Her er eitt svar – og eini góð ráð um at hava fokus á úrslit heldur enn stríð

 

Tað er trupult hjá politisku skipanini at rekrutera fólk. Nógv eygleiða tann politiska kampin – men fá vilja inn á vígvøllin sjálv.

 

Í summum førum er orsøkin, at fólk halda støðið vera ov lágt. Tey vilja heldur brúka sína tíð saman við meira talentfullum fólki, har tey kunnu síggja fleiri úrslit av sínum gerningi.

 

Í summum førum er orsøkin, at fólk orsaka av sínum starvi mugu halda seg kvirr, hóast tey hava nógv upp á hjarta.

 

Tí verða politiska luttøkan og politiska orðaskiftið skerd. Og tað er ein ónd ringrás. Jú fleiri dugnalig fólk ið halda seg burtur – jú minni er hugurin hjá øðrum dugnaligum fólkum at halda seg framat.

 

Magni Arge á pallin

Tí gleddi tað meg, at ein sterkur persónur sum Magni Arge fríggjadagin  legði eina politiska viðmerking á netið.

 

Nøkur gita undir somu grein, at hetta er fyrsta stig á hansara veg móti eini uppstilling. Og tí afturvísir hann ikki. Um so er – enn betur!

 

Stillar Magni upp er lítil ivi um, at tað verður fyri Tjóðveldi. Tað liggur, so segði Óli Breckmann, í genunum.  Greinin, sum snýr seg um stríðið millum Føroyar og ES, leggur seg eisini upp at floksins linju.

 

Serliga Høgni Hoydal hevur frá fyrsta degi roynt at nýtt hetta mál til at fáa eina so stóra konfrontatión millum Føroyar og Danmark sum gjørligt. Ikki tí tað á nakran hátt hevði gagnað úrslitinum, men tí tað kundi stimbrað tann fánandi hugin hjá fólki heilt at loysa Føroyar frá Danmark. Høgni var eisini skjótur við treytaleysum stuðli til Magna.  

 

Selja ikki til Danmarkar

Magni Arge er meira nuanseraður enn Høgni – men hann hevur hug at fara sama veg. Hann sigur m.a. at danska stjórnin í hesum stríði ”valdi klárt ES” – og ”stongdi Føroyar úti úr ríkisfelagsskapinum í pelagiskum høpi.”

 

Eisini sigur hann, at Danmark ”útihýsti øllum føroyskum pelagiskum útflutningi í samfullar 12 mánaðir.”

 

Magni Arge veit væl, at ES samtykti boykottið ímóti Danmarkar vilja, men at Danmark bleiv fevnt av tí kortini. Soleiðis er, tá tú ert við í eini skipan. Tá løgtingið ásetir eitt skattaprosent, so er tað galdandi í øllum landinum. Eisini í Klaksvík, hóast klaksvíkingar eru ímóti.

 

Tá ES við ovurstórum meiriluta samtykti boykottið, bleiv tað galdandi í øllum ES – eisini í Danmark.

 

Magni tykist halda, at Danmark bara skuldi noktað at sett tiltøkini í verk. Men tað hevði ikki borið til. Og tað hevði heldur einki hjálpt. Tað er ikki Danmark, sum keypir okkara makrel og sild. Høvdu vit kunnað lagt fiskin upp á land í Danmark meðan boykottið stóð við, hevði hann staðið har og rotna. Hann hevði ikki sloppið víðari.

 

 

Óbúgvin hugsan

Føroyar hava valt at standa uttanfyri ES. Vit hava valt at standa fyri egnum samráðingum um fiskivinnu. Og vit hava valt at gera okkara egnu handilsavtalur.

 

Vit hava – í nærum fullari semju – í øllum hesum lutum valt at fara eina aðra leið enn Danmark.

 

Í stríðnum um makrelin og sildina hava vit eisini tikið allar avgerðir sjálv. Soleiðis skal tað vera.

 

Men hetta merkir, at vit eisini mugu taka avleiðingarnar.

 

Um tað skal vera Danmark, sum tekur tær fullu avleiðingarnar av okkara avgerðum – ja, so má Danmark sjálvsagt vera við til at taka avgerðirnar. Alt annað hevði verið heilt órímiligt.

 

Men tað vil eingin hava. Vit eru samd um, at ræðið skal vera okkara. Men so eru summi sum halda, at hóast vit skulu hava valdið, so skal Danmark hava ábyrgdina. Tað er rættiliga óbúgvin hugsan.

 

Eingin sjálvfylgja

Kortini skal Danmark taka atlit til Føroya. Tí segði Javnaðarflokkurin áðrenn síðsta fólkatingsval, at vit ikki fóru at stuðla eini stjórn, sum treytaleyst fylgdi kósini hjá ES-kommissiónini í hesum máli.

 

Henda treyt hevur verið stjórnini púra greið frá fyrsta degi. Og tá Javnaðarflokkurin framvegis stuðlar stjórnini er tað, tí treytin er lokin.

 

Men tað var eingin sjálvfylgja, at stjórnin atkvøddi ímóti boykottinum. Kreftir í donskum politikki og vinnulívi vildu hava hana at atkvøða fyri.

 

Tað var eingin sjálvfylgja, at Føroyar kundu reisa tvey altjóða rættarmál móti ES (og harvið eisini Danmark).  Kreftir í donskum embætisverki vóru ímóti.

 

Tað var heldur eingin sjálvfylgja, at stjórnin loyalt førdi okkara sjónarmið fram í ES-skipanini. Kreftir í donskum politikki og vinnulívi vóru ímóti.

 

Men fakta er, at samstarvið millum danskar og føroyskar myndugleikar hevur verið nøktandi – og tað nevndi eg í eini røðu hósdagin. Eg hevði verið eitt skarn, hevði eg sagt nakað annað.

 

Men tað er fallið Magna Arge fyri bróstið. Hann spyr meg beinleiðis um eg ”fái løn úr danska fólkatinginum fyri at mála rolluna hjá donsku stjórnini so ljósareyða”.

 

Stjórnin í trupulleikum

Eg havi onga ljósareyða mynd málað. Og alt hevur heldur ikki verið ljósareytt. Sumt hevur ikki verið uttan svørðslag.

 

Eitt dømi er, tá ES skuldi atkvøða um ta heimildarlógina, sum gav ES rætt at boykotta Føroyar.

 

Stjórnin skuldi hava mandat til hetta frá Fólkatingsins Europanevnd. Í hesi nevnd hevur Javnaðarflokkurin ikki sæti, men vit gjørdu eina avtalu, so ein danskur sosialdemokratur fór úr nevndini og vit sluppu inn í staðin, tann dagin mandatið skuldi gevast.

 

Tá var Aksel Johannesen inni fyri meg á Fólkatingi. Hann boðaði frá, at vit ikki vóru nøgdir við tað, stjórnin ætlaði – nevniliga at atkvøða blankt. Kravið var, at hon atkvøddi nei. Aksel bleiv lagdur undir stórt trýst – og tað sama bleiv eg, hóast eg ikki var til staðar.

 

Endin var, at stjórnin helt fast við sítt – og undir atkvøðugreiðsluni nýtti Aksel ta atkvøðuna, vit høvdu lænt frá danska stjórnarflokkinum, til at atkvøða ímóti stjórnini!

 

Tað var øgiliga høgt spæl – tí hevði Venstre eisini atkvøtt ímóti, hevði stjórnin komið í minniluta. Tað hevði verið ein skandala fyri hana.

 

Venstre atkvøddi kortini fyri – og stjórnin slapp við skinninum á nøsini. Men eg kann vissa teg um, Magni, at fólk vóru rasandi. Tey kendu seg lumpað.

 

Hinvegin – nú kendu tey støðuna: Javnaðarflokkurin setti føroysk áhugamál og lyftini til føroyska veljaran framum loyalitetin móti donsku stjórnini! Skuldu tey rokna við okkara atkvøðu, skuldu okkara rímiligu krøv lúkast.

 

Og eingin kann siga annað enn, at tað hevur verið í lagi síðani.

 

Eini ráð at enda

Sum sagt: Ætlar Magni sær inn í politikk, taki eg hattin av fyri tí. 

 

Men eg vil staðiliga ávarða hann ímóti at halda ta kós, sum leiðsla Tjóðveldisins hevur hildið í hesum máli.

 

Hevði alt tað, sum Høgni Hoydal hevur sagt um hetta verið almenni politikkur Føroya, hevði úrslitið verið eitt øgiligt rokilsi og eitt ógvusligt stríð millum Føroyar og Danmark. Men eg ivist stórliga í, um sjálvt málið hevði verið loyst serliga væl.

 

Tí Danmark var ikki okkara mótpartur! Tað vóru ES, Norra, Ísland og lutvíst Russland.

 

Eg havi alla virðing fyri ideologiini um føroyskt fullveldi – men vit mugu ikki læsa okkum so føst í eina ideologi, at vit vilja ofra ítøkilig úrslit fyri at styrkja ideologiina.  

 

Til endans: Eg var ein marginalur leikari í hesum. Tað var takkað verið einum treiskum fiskimálaráðharra, sera professionellum samráðingarmonnum og hepnum umstøðum, at vit fingu tað fantastiska úrslitið.

 

Men tað eydnaðist bara, tí fokus var á úrslitið – ikki á, hvussu sjálvt stríðið kundi brúkast politiskt.