Tað er eitt mál um 11 mans, sum eru skuldsettir fyri skatta- og mvg-svik fyri 440 milliónir krónur, sum setti gongd á kjakið í Danmark um, hvussu nýggju íverksetarafeløgini lata slúsurnar upp fyri sviki og undandrátti.
Menninir eru mistonktir fyri at hava snýtt statin fyri 79,4 milliónir krónur gjøgnum júst slík feløg, sum hava ein byrjunarkapital upp á bara eina krónu.
Men tað er ikki einasta orsøkin til, at íverksetarafeløg enda við at skylda statinum nógvar milliónir. Talið av íverksetarafeløgum, sum eru farin undir trotabúarviðgerð ella konkursviðger, eru vaksið í stórum, vísa tøl, sum P1 Orientering hjá DR hevur fingið úr virkisdatabasanum CVR.dk.
Og tað kostar statinum pengar, sigur Tom Vile Jensen, sum er vinnupolitiskur stjóri í bransjufelagnum hjá grannskoðarum, FSR Danske Revisorer.
– Tá eitt felag er stovnað, eru nógvir formalitetir, sum skulu vera í ordan. Og um eigarin ikki syrgir fyri tí, so er tað uppgávan hjá statinum at leggja felagið niður, sigur hann.
Síðani loyvt varð at stovna hetta slagið av feløgum 1. januar í 2014, eru 2.140 íverksetarafeløg tvingsilsupployst, og fleiri enn 800 eru farin konkurs.
Harumframt eru fleiri enn 2.568 íverksetarafeløg undir tvangsupploysing og 867 undir konkursviðgerð.
Tilsamans gevur hetta fleiri enn 6.400 neyðlíðandi íverksetarafeløg upp á minni enn fýra ár.
P1 Orientering hevur ikki fingið upplýst frá myndugleikunum nevyt, hvussu nógvir pengar statskassin brúkar upp á at rudda upp eftir líðandi íverksetarafeløgum.
Men nógvir innsolvensadvokatar siga sambært P1 Orientering, at tað í minsta lagið kostar statskassanum 8.000 til 10.000 krónur at avgreiða og enda eitt slíkt felag.
Upphæddin er til útreiðslur til umsiting og advokatar, sum skulu gera pappírsarbeiði í samband við tvingsilsavtøku.
Ein varlig meting er, at uppruddingin higartil hevur kostað samfelagnum upp ímóti 50 milliónum krónum, tá tú faldar hetta við talinum av tvingsilsavtøku og konkursviðgerðum.
Harafturat kemur tað, sum feløgini skylda í skatti og mvg, sum ikki er goldið, tá feløgini fara konkurs ella verða tvingsilsavtikin.
Tað er komið óvart á Tom Vile Jensen, hvussu nógvar pengar staturin nýtir til hesa upprudding.
– Tað er sera spell, at staturin brúkar so nógvar pengar upp á at enda feløg. Tað hevði næstan verið betri, um pengarnir kundu verið nýttir til at stuðla íverksetarafeløgum, sum veruliga rigga, sigur hann.
Og rokningin verður væntandi enn størri.
Tað er bæði tí, at íverksetarafeløg verða stovnað sum ongantíð áður, og at tað júst nú eru umleið 2.300 íverksetarafeløg, sum ikki hava uppfylt lógarkrøvini um at upplýsa, hvør lógligi eigarin er, sigur danska vinnustýrið við P1 Orientering.
Um tað ikki verður greitt, fer vinnustýrið at biða skiftirættirnar um eisini at upploysa hesi feløg, sum aftur merkir eina milliónarokning til statin.
Sambært Tom Vile Jensen er høvuðstrupulleikin, at tað er so bíligt at stovna eitt felag.
– Tað merkir, at rættiliga nógv stovna felag, har tað verður sjuskað, og har tey sjálvi ikki tíma at gjalda nøkrum fyri at niðurleggja felagið.
Tom Vile Jensen skjýtur upp, at íverksetarar framyvir skulu deponera eina upphædd millum 15.000 og 20.000 krónur til at dekka útreiðslur, sum standast av at eitt felag skal niðurleggjast.
– Tá tú bara skalt koma við einari krónu, so er vandin fyri at fara konkurs altíð nógv størri, sigur hann.
Nevndarformaðurin í Dansk Iværksætterforening, Peter Kopfler heldur, at tað er merkiliga dýrt at avtaka eitt felag.
Men hann heldur tó fast við, at vit eiga at gera tað so lætt sum gjørligt at stovna eitt íverksetarafelag.
– Tað eru nøkur, sum fara rambundus. Men tað eru sanniliga eisini nøkur, sum skapa næsta felagið, sum kann halda tað støðið, sum vit øll meta so høgt, sigur hann.
Peter Kopfler heldur lítið um, at íverksetarar skulu leggja eitt depositum upp á 20.000 krónur til at dekka útreiðslur av eini møguleikar tvingsilsupploysn ella konkursi.
– Tað eru virki, sum ikki kunnu lúka krøvini til aðrar felagsformar, so hvussu skulu tey finna 20.000 krónur, spyr hann.
Sendingin á DR kann hoyrast á dr.dk/nyheder/penge/stribevis-af-skrantende-ivaerksaetterselskaber-giver-millionregning-til-staten
Kelda: Tíðindastovan Ritzau/Danmarks Radio










