Ríkisfelagskapur
? Tað er bæði ússaligt, beklagiligt og ósakligt, at landsins fremstu politikarar leypa framav og finnast at viðurskiftum, teir als onki kenna til.
Føroyski fólkatingslimurin, Høgni Hoydal, kennir als ongar av atfinningunum aftur, sum teir tríggir topp politikararnir í Føroyum, Jóannes Eidesgaard, Bjarni Djurholm og Bárður Nielsen, føra fram ímóti ráðstevnuni, sum var í Keypmannahavn.
? Teir kenna onki til ráðstevnuna, tí teir vóru ikki á henni. Sostatt byggja atfinningarnar á leysartíðindi og misskiljingar og tað er harmiligt, at tríggir landsstýrismenn soleiðis skulu leypa framav, uttan at kunna seg um veruligu viðurskiftini.
Hinvegin vóru grønlendskir politikarar á ráðstevnuni, m.a tríggir landsstýrismenn.
? Og tað var ongin av teimum, sum uppfataðu hetta sum uppílegging um grønlendsk viðurskifti
Høgni Hoydal sigur, at ongin politikari úr Grønlandi ella úr Føroyum vóru við sum fyrilestrarhaldarar.
? Tað vóru bara fýra danskir politikarar, sum hildu fyrilestur. Men teir fýra politikararnir søgdu einki, sum kann elva til stríð, sigur fólkatingsmaðurin.
? Tað, sum teir greiddu frá, var, teirra meting av búskaparliga renslinum ímillum partarnar í ríkisfelagsskapinum.
Hann sigur, at tað hevði verið skeivt at bjóða føroyskum politikarum at hildið fyrilestur, tí so hevði ráðstevnan verið ein politiskari ráðstevnu, og tað var ikki ætlanin
? Men vit vildu fegnir skapa áhuga hjá donskum politikarum fyri blokkinum, sum eitt mál, har tað ikki bara eru danir, sum geva, men har teir eisini fáa nakað afturfyri.
? Og vit vilja fegnir hava danir at avdúka, hvør veruliga ætlanin er við politikki teirra í Norðuratlantshavi.
Tí heldur Høgni Hoydal eisini, at tað var heilt natúrligt at hava ráðstevnuna í Keypmannahavn.
-? Hetta var ætlað at vera ein ráðstevna, sum skuldi lýsa nøkur faklig, óheft sjónarmið. Har vóru serfrøðingar, sum hildu, at blokkstuðulin var skaðiligur, men har vóru eisini serfrøðingar, sum hildu, at blokkstuðulin skuldi verið størri og sum mælti til, at tættari samband í ríkinum.
Somuleiðis varð tosað um trygdarpolitikk á ráðstevnuni.
Men høvuðsevnið á ráðstevnuni var peningarenslið ímillum Føroyar og Danmark og ímillum Grønland og Danmark.
? Í so máta var talan um eina sera væleydnaða ráðstevnu, tí fyrilestrarhaldararnir komu eisini inn á, hvat Danmark fær burturúr ríkisfelagsskapinum.
? Serliga tí vit fingu reist spurningin um, hvat tað er, sum danir betala fyri. Um teir betala fyri at varðveita yvirvøldina yvir norðuratlantshavinum, ella um teir betala fyri teir stórpolitisku fyrimunirnar, teir hava havt av ríkisfelagsskapinum.
Onki við ráðstevnuna at gera
Høgni Hoydal sigur, at tað, sum síðani hevur verið til umrøðu, eru onkrar greinar í Berlingske Tidende.
? Millum annað hava vit lisið álop á formannin í búskaparráðnum fyri at hann skal hava úttalað seg um frádráttin hjá fiskimonnum. Men hetta hevur onki hald í veruleikanum, tí hann tók ikki frádráttin upp á tungu.
Høgni Hoydal sigur, at hvørki teir føroysku, ella teir donsku politikararnir sum aftan á hava úttalað seg um ráðstevnuna, vóru til staðar, so tað hevur onki við ráðstevnuna at gera.
? Yvirhøvur kenni eg onki aftur av tí, sum nú verður funnist at ráðstevnuni fyri.
Høgni Hoydal tekur heldur ikki atfinningarnar at sær um tað, at hann skal hava dragsa føroyskan politikk niður til Danmarkar.
? Hvussu kann óheft upplýsing vera landsskaðilig, spyr hann. Vit hava sanniliga viðgjørt blokkstuðulin heima í Føroyum. Men hetta er ein veiting, sum danir lata okkum hvørt ár og tað kann ongantíð vera til nakran sum helst skaða at upplýsa um viðurskiftini.
? Sostatt fingu vit eisini sett ljóskastarin á tey viðurskifti, at blokkstuðulin er ikki bara peningur, sum danir betala, uttan at fáa nakað afturfyri og tað er avgjørt gagnligt.
Eitt nú var víst á, tann týdning, sum Føroyar og Grønland høvdu undir kalda krígnum. Men tað var ongin danskur politikari, sum leyp upp frá fyri tað.
Høgni Hoydal sigur, at sjálvsagt skulu hesi viðurskiftini viðgerast bæði í Føroyum og í Danmark og hvar tað skal vera, so at vit ikki einaferð aftur verða tikin við buksunum niðri, sum vit vórðu tað í kreppuni.
Burtur úr vón og viti
Høgni Hoydal sigur, at tær atfinningar, sum hava verið ímóti ráðstevnuni, eru tær vanligu útspillingarnar, sum eru í føroyska samfelagnum.
? Hvørja ferð onkur tekur eitt mál upp, sum onkrum øðrum ikki dámar, verður farið eftir manninum við útspillingum í royndini eftir at sáa iva um málið, heldur enn at fara eftir sakini. Í hesum føri verður tað gjørt við at leggja teimum, sum vóru á ráðstevnuni, orð í munnin, sum teir ikki hava sagt.
? Upplýsing kann aldrin vera hættislig. Tað er beinleiðis ódemokratisk hugsan at siga at upplýsing er skaðilig.
Høgni Hoydal heldur eisini, at tað er beinleiðis tvætl, tá ið sagt verður, at ráðstevnan er við til at máa støðið undan avtaluni frá 1998 um at ábyrgdin fyri føroyskum fíggjarpolitikki, liggur hjá landsstýrinum.
? Á Fólkatingi hava føroyskir fólkatingslimir altíð tosað um blokkstuðul og um at varðveita ríkisfelagsskapin. Men nú, teir ikki eru á fólkatingi longur, ætla teir forða øðrum í at gera tað sama og at upplýsa. Tað er burtur úr úr vón og viti, sigur Høgni Hoydal.
Nú, vit tosa um blokkin, ert tú endurgivin fyri at siga, at tú helt at í sambandi við føroyskt fullveldi, helst tú, at ein skiftistíð upp á 6-8 ár var hóskandi.
? Ja, men tað hevði heldur onki við ráðstevnuna at gera. Eg eri spurdur um tað aftaná og har greiddi eg frá tjóðveldisfloksins støðu. At vit so mæltu til 12-15 ár, tá ið vit vóru í landsstýrinum var tí, at tað var ein politisk neyðsemja, sum samgongan kundi semjast um.
Ongin øsing
Høgni Hoydal vil sostatt heldur ikki kennast við skuldsetingina um, at einasta endamálið við ráðstevnuni var at skapa øsing í Danmark ímóti Føroyum.
? Tað er so langt úti, at tað sigur meiri um teir, sum bera slíkt fram enn um sakina.
? Allar slíkar skuldsetingar byggja á hvørvissjónir frá fólki, sum ikki vóru til staðar og sum tískil ikki vita, hvat tey tosa um.
Hann heldur eisini, at tann øsingin, ið summi stúra skal taka seg upp í Danmark ímóti føroyingum, er er alt ov nógv avgjørd.
? Øsingin er ímillum nakað og onki. Tað er altíð so, at tá íð føroysk mál eru til viðgerðar, er okkurt nos, men tað hæsar avaftur og tað er als onki rok um hetta í Danmark.
? Tað einasta, sum øsir danir, eru tær ræðumyndir, sum viðhvørt vera skaptar um føroyingar sum ábyrgdarleys oyðilond. Men slíkt stingur seg altíð upp við millumbilum. Men tað er eisini júst hetta, vit vilja forða fyri við at útvega vitan og upplýsing, sigur Høgni Hoydal.
? Tí stúri eg als ikki fyri, at ráðstevnan fer at elva til øsing ímóti Føroyum. Tað er heldur tvørturímóti, tí nú eftir ráðstevnuna vita teytey, ið vóru til staðar, nógv meiri um veruligu støðuna, sigur Høgni Hoydal.