tey úthvíld og fara av ovurhuga at spinna soleiðis at tann tørvandi 1 1/2 milliardin fer at koma í landskassan. Vit í Sambandsflokkinum halda, at henda niðurstøða samgongunnar er bæði skeiv og vandamikil [...] Samgongan sigur, at føroyingar duga ikki ? orsakað av ríkisveitingini Okkara vinnulívsfólk fáa beinleiðis og óbeinleiðis at vita frá samgonguni, at tey ikki eru dugnalig nokk. Allir føroyingar hava fingið at [...] samgongupolitikarum verður so ómetaliga nógv betri her á landi, tá ið ríkisveitingin er skorin niður og peningur fer at tørva meira enn í dag. Tí so fara hesi sovandi vinnulívsfólk, sum í dag hvíla sítt
politikki. Politikkur Javnaðarfloksins byggir á umsorgan og solidaritet fyri at styrkja og útbyggja vælferðarsamfelagið, soleiðis at allir borgarar eru við at mynda samfelagið. Serliga hevur og fer Javn [...] fer Javnaðarflokkurin framhaldandi at stuðla og standa undir liðini av verkafólki, tá hesi seta fram krøv og ætlanir, sum mugu metast at vera sjálvsøgd og rættvís. ð hesum sambandi stuðlar landsstevnan [...] ávaringunum frá verkafeløgunum og Javnaðarflokkinum ímóti at seta á stovn arbeiðsrætt. Flokkurin heldur fast við , at heilsumál, útbúgving og umsorgan fyri teim sjúku, okkara eldru og teim óhjálpnu eru almenn
útbúgvingarmálum, sjúkrahúsmálum og rættarmálum. Vit mugu gera avtalur um hvussu og hvussu skjótt vit kunnu umsita øll málsøkir sjálvi. Og vit gera greiðar avtalur um búskaparligar og fíggjarligar skiftisskipanir [...] sjálvstýrisspurningurin eisini viðgjørdur við bróðurflokkin í Føroyum og sjálvsagt er partapolitikkur uppi í. Soleiðis er politikkur nú einaferð, og alt annað vildi verið løgið. Eg havi tað álit á føroyska veljaranum [...] veljaranum, at hann tekur støðu í sjálvstýrismálum eftir sakligum og greiðum politiskum málum og metingum ? og ikki partapolitiskum aggi ella firtni. Eg havi eisini tað álit á Javnaðarflokkinum, at hann er
líkt til, at politiska ætlanin er, at peningastovnar og nakrir einstaklingar skulu hava einaræði og vinning burtur úr okkara felags ogn. Hesin politikkur samgongunnar vil eisini í stóran mun skunda undir [...] arbeiðsmarknaðinum til pensjónstilveruna kann gerast smidligari og lættari. Barnsburðargrunn fyri allan arbeiðsmarknaðin Røktarspurningurin og eldrarøktin eru veruligar politiskar avbjóðingar. Støðan hjá [...] hesi viðurskifti finna eina humana og skilagóða legu. Ein flokkur, sum skal taka sær serliga av teimum veiku í samfelagnum, kann ikki tálma í, fyrr enn okkara gomlu og óhjálpnu hava fingið virðiligar umstøður
í, at tey eru elskaði bæði himli og á jørð. Í kirkjuni verða tey játtað í, at Gud elskar tey júst, sum tey eru,og tá ið tey koma heim og hátíðarhalda dagin og fáa og gávur, verða tey játtað í, at tey [...] sum mann og kvinnu, og sjálvandi er brúk fyri báðum kynunum í arbeiði hansara her á jørðini. Hann hevur givið okkum øllum gávur, og hesar skulu vit brúka, bæði menn og kvinnur. Tulka menn og kvinnur bíbliuna [...] Er við í gleði og sorg Sum prestur sleppur tú líkasum at vera við í teimum stóru hendingunum hjá fólki. Sum prestur sleppi eg at vera við í stóru gleðini, bæði tá ið fólk verða gift og tá ið tey fáa børn
skulu kannast! Slíkur politikkur er niðurbrótandi - tá er tað, sum hjá henni hjá Esmar Eysturoy: ? »Eg veit, at tit hava tey bestu argumentini - men eg havi rætt?!« Hvussu er og ikki, so var Edmund Joensen [...] samstarva við aðrar flokkar. Og havandi í huga undirtøkuna, sum Edmund Joensen fekk á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum í februar í ár, so tók meirilutin undir við honum og leið hansara! Sambandsfólk hava [...] kendur fyri at kunna taka harðliga til orðanna. Hann er kendur fyri at siga sína meining hart og kantant - og hvat gott, vit enn kunnu halda um tað, so er tað ikki júst tað, ið eyðkennir ein politikara við
blanda sovorði persónligt agg og stikni uppí samráðingarnar, hetta var beinleiðis destruktivt og ósømuligt fyri ein og hvønn politiskan leiðara. ?fatuligt í grundini at sita og samráðast um samstarv við ein [...] onki var óført og ikki eitt ilt orð. Javnaðarflokkurin mest sum dikteraði, og Edmund játtaði og samtykti. Borgarligu fingramerkini á fyrra samgonguskjalinum hvurvu sum døgg fyri sól, og Edmund smíltist [...] land og kanska greiða marknatrætuna vóru harvið glopnir samgonguni av hondum. Her mátti enda galið fyri sambandsflokkin. Og so var. Flokkurin fekk eitt katastrofu-val og tað av berum ólíkindum og kleyvarskapi
fáa ost og keks fyri angur hjá Bill Clinton og hansara sex. Á Bøvegi á Internótum hevur Bill Clinton verið ljótur. Monica Levinsky rósar út og inn í skart og skrúð, onkur sigur at hon er fúl, og Billurin [...] hava dómara til mann og biskop til morbróður, og nú hava ein tekopp í staðin fyri Livenskysa kropp - og hennara sexutu ond - í síni hond! Á morgunmatar møti eru prestar og klerkar og nógvir talerkar. Fyrigeving [...] Fyrigeving Bill Clinton biður og vónar at nú er friður, og at Monica Levinsky tigur. Men á Internót er harður streymur og høg flóð. Har súðar út og inn og Bill Clinton gimar í síni synd ellivur ferðir! Við
Andrias, hevur skrivað, og Sigrun Toftheyggj fer at lesa eina yrking eftir T.N. Djurhuus. Afturvið øllum hesum verður borðreitt við kaffi og kaku. Kvøldsetan er sum sagt almenn og øll eru vælkomin. [...] annaðkvøld, mikukvøldið, verður almenn kvøldseta í skúlanum í Hvalba. Kvøldsetan byrjar klokkan 19. 30 og tað er í sambandi við, at tað nú eru 25 ár síðani, at nýggi skúlin varð bygdur, at hvalbingar hittast [...] í annaðkvøld. Tá ið skúlastjórin, Levi Niclasen, hevur boðið vælkomin, hevur Andrias Andreasen, prestur eina stutta bøn. Annars verður ymiskt á skránni hesa løtuna í skúlanum. M.a. fer Johannus Andrias
mansvald. Menn hava altíð sitið á valdi innan politikk, búskap, stovnar og kirkju, og tí síggja vit vald sum nakað kalt og kyniskt. Og tí vilja kvinnur halda seg burtur. Men tað at koma uppá á tindin hevur [...] nin varð ikki grundað og íbirt í 1968, men tað var sokallaða 68-ættarliðið, ið av álvara fór undir javnstøðustríðið. Tey vildu burtur úr tí tá stirvna og siðbundna samfelagnum og kravdu radikalar broytingar [...] at konufólk óbeinleiðis verða trýst út, tá ið tær koma til vald og at tær verða gjørdar ósjónligar. - Politikkur er mangan ein køld verð og nærri tú kemur tindinum, kaldari verður tað. Konufólk hava kanska