Bill Clinton á Bøvegi á Internótini

Yrkt hevur Frits Johannesen, lærari í Fuglafirði

Eg gráti á Interneti,

nú morgunmat eg eti

í teimum Hvítu húsunum

á morgunmatarbønarmøti.

Vit fáa ost og keks

fyri angur hjá Bill Clinton

og hansara sex.


Á Bøvegi á Internótum

hevur Bill Clinton verið ljótur.

Monica Levinsky

rósar út og inn í skart og skrúð,

onkur sigur at hon er fúl,

og Billurin er freistaður av hesi »frú«?


Gott er at hava dómara til mann

og biskop

til morbróður,

og nú hava ein tekopp

í staðin fyri

Livenskysa kropp -

og hennara sexutu ond -

í síni hond!


Á morgunmatar møti

eru prestar og klerkar

og nógvir talerkar.


Fyrigeving Bill Clinton biður

og vónar at nú er friður,

og at Monica Levinsky tigur.


Men á Internót

er harður streymur og høg flóð.


Har súðar út og inn

og

Bill Clinton gimar

í síni synd ellivur ferðir!


Við einum glasi av visky

hevur hann havt óhóskandi

kynsliga nærveru

við Monicu Levinsky.

Hann kann rokna við

einari ríkisrættarsøk,

men hetta hevur hann so gjørt

í einari djúpari sofu

tætt við ein lítlan tekøk

í teimum Hvítu húsunum.


Nú angrar Bill Clinton

og drekkur bert te

úr einum teblaði

av Lipton.


Men teblaðið er lítið,

og syndin er stór,

hon um allan heimin fór

á Internót,

har prestur

og klerkar

og nógvir talerkar

í tí hvítu Borgini

gráta í hesi sexutu sorgini,


tí má tann lippandi Bill Clinton

drekka ein duss

av Lipton!


Frits