Tað ber til at tulka vitjanina hjá Poul Nyrup Rasmussen í Føroyum á ymsan hátt. Eg eri endurgivin fyri at vera firtin inn á forsetisráðharran, og tað má vera mín ábyrgd um eg havi ljóðað soleiðis. Men í veruleikanum eftirlýsi eg bert greiðum linjum, so vit fáa tosað saman uttan misskiljingar.
Politikkur er loyvdur
Hetta er fyrsta vitjanin síðani nýggja samgongan varð skipað, sum hevur sett sær fyri at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi í einum nýggjum felagsskapi við Danmark. Sjálvsagt hava forsetisráðharrin og danska stjórnin eina meining um hetta, sum hann vil bera fram ? hóast øll orð um ikki at leggja seg út í kjakið í Føroyum. Soleiðis er nú politikkur einaferð.
Poul Nyrup Rasmussen hevur eisini vitjað her í hinum leiklutinum sum formaður í danska Javnaðarflokkinum. Sjálvsagt er sjálvstýrisspurningurin eisini viðgjørdur við bróðurflokkin í Føroyum og sjálvsagt er partapolitikkur uppi í. Soleiðis er politikkur nú einaferð, og alt annað vildi verið løgið.
Eg havi tað álit á føroyska veljaranum, at hann tekur støðu í sjálvstýrismálum eftir sakligum og greiðum politiskum málum og metingum ? og ikki partapolitiskum aggi ella firtni.
Eg havi eisini tað álit á Javnaðarflokkinum, at hann er førur fyri at taka eina greiða støðu í sjálvstýrismálum uttan at danski bróðurflokkurin skal veita hjálp.
Tí haldi eg vit skulu hyggja at teimum positivu boðskapunum, sum Poul Nyrup Rasmussen hevur borið fram á vitjan síni í Føroyum.
Ábyrgd og avleiðingar
Hann hevur lagt dent á at øll val hava avleiðingar ? eisini búskaparligar avleiðingar. Tað snýr seg altso um at taka ábyrgd og avleiðingarnar av sínum gerðum. Hetta samsvarar júst við ætlaninar hjá landsstýrinum í sjálvstýrismálum. Vit mugu taka ábyrgdina av okkara landi og á tí grundarlagi gera eina búskaparliga skiftisskipan fyri blokkstuðulin, har vit samstundis kunnu menna ein sjálvstøðugan føroyskan búskap. Danska stjórnin hevur í avtaluni frá 10. juni í ár bundið seg til at samráðast um útspæl landsstýrisins og um eina varliga búskaparliga skiftisskipan. So her er ongin politiskur trupulleiki.
Veruligur felagsskapur
Hartil hevur Poul Nyrup Rasmussen eisini lagt dent á týdningin av felagsskapinum framyvir. Ikki endiliga tí, sum í dag verður rópt ríkisfelagsskapurin, men einum felagsskapi. Hetta eiga vit eisini at tulka positivt. Tí ætlanir landsstýrisins miða júst móti tí sama. Vit skulu gera ein felagsskap við Danmark og vit skulu taka lut í felagsskapi við onnur lond. Og sum øllum kunnugt er fortreytin fyri øllum veruligum felagsskapi, at limirnir eru javnbjóðis, javntsettir partar og at teir sjálvbodnir taka lut og ábyrgd í felagsskapinum.
Ætlanir landsstýrisins
Tað er kjarnin í ætlanunum um ein nýggjan sáttmála við Danmark. Føroyar verða skipaðar sum fullveldi ? t. e. at føroyingar hava fult vald og fulla ábyrgd av sínum landi og viðurskiftum. Og á tí grundarlagi kunnu vit gera ein veruligan felagsskap og samstarva á jøvnum føti. Sambært uppskotinum hjá landsstýrinum skal hesin felagsskapur byggja á trý felagsøki: Felags kongshús, felags gjaldoyra og eina skipan við felags ríkisborgararættindum millum danir og føroyingar í londunum hjá hvørjum øðrum. Hartil skulu vit so gera avtalur um samstarv á øðrum økjum: Í uttanríkismálum, verjumálum, útbúgvingarmálum, sjúkrahúsmálum og rættarmálum. Vit mugu gera avtalur um hvussu og hvussu skjótt vit kunnu umsita øll málsøkir sjálvi. Og vit gera greiðar avtalur um búskaparligar og fíggjarligar skiftisskipanir millum londini.
Sjálvsøkni ella ábyrgd
Sostatt vil landsstýrið ? og helst vilja allir flokkar og føroyingar tað ? júst velja felagsskapin.
Men tað skal vera ein veruligur felagsskapur. At tosa um ein felagsskap har ein av pørtunum hevur fullveldi yvir hinum gevur onga meining. At tosa um ein felagsskap, har annar parturin gerst firtin og vil ganga ímóti at hin parturin vil taka ábyrgd, er eisini meiningsleyst. Hugsa vit soleiðis, so hugsa vit í eini gamlari hjálandaheimsmynd, sum langt síðani átti at verið farin.
Og fer annar parturin tildømis at hótta við búskaparligum tiltøkum, tá annar parturin vil taka ábyrgd og bjóða pening fyri at taka minni ábyrgd, so eru vit farin væl út á tann kalda vegin hjá sjálvsøkninum.
Tí eiga vit at tulka boðskapin frá Poul Nyrup Rasmussen um felagsskapin í eini positivari merking, og støðugt minna okkum á, at fullveldi er fortreytin fyri veruligum felagsskapi við ábyrgd.
Høgni Hoydal
landsstýrismaður