Í annaðkvøld, mikukvøldið, verður almenn kvøldseta í skúlanum í Hvalba.
Kvøldsetan byrjar klokkan 19. 30 og tað er í sambandi við, at tað nú eru 25 ár síðani, at nýggi skúlin varð bygdur, at hvalbingar hittast í skúlanum í annaðkvøld.
Tá ið skúlastjórin, Levi Niclasen, hevur boðið vælkomin, hevur Andrias Andreasen, prestur eina stutta bøn.
Annars verður ymiskt á skránni hesa løtuna í skúlanum.
M.a. fer Johannus Andrias Næs, at greiða frá brotum úr Hvalbiar Skúlasøgu. Hann er sjálvur úr Nesi í Hvalba, men flutti á ungum árum av bygdini.
Mira Olsen fer at lesa eina stutta, men viðkomandi søgu, sum Martin Næs, landsbókavørður, ið er sonur Johannus Andrias, hevur skrivað, og Sigrun Toftheyggj fer at lesa eina yrking eftir T.N. Djurhuus.
Afturvið øllum hesum verður borðreitt við kaffi og kaku.
Kvøldsetan er sum sagt almenn og øll eru vælkomin.