Neyðugt at endurreisa samstarvið við fakfeløgini

Landsstevnan tekur við tiltøkunum hjá Javnaðarflokkinum at endurreisa samstarvið við fakfeløgini

Høgrasnaringin, sum sitandi samonga hevur sett sær fyri at fremja, setir stór krøv til Javnaðarflokkin, sum í dag einsamallur verjir sjónarmiðini vinstrumegin miðjuna í føroyskum politikki. Politikkur Javnaðarfloksins byggir á umsorgan og solidaritet fyri at styrkja og útbyggja vælferðarsamfelagið, soleiðis at allir borgarar eru við at mynda samfelagið. Serliga hevur og fer Javnaðarflokkurin at styrkja støðu teirra veiku í samfelagnum.

Sterka borgarliga rákið kann fáa óbótaligar fylgjur fyri stóran part av fólkinum. Vit kunnu frykta fyri miðvísari sundurliðing av solidarisku skipanunum, sum flokkurin við tógvi stríð hevur fingið aðrar flokkar at síggja tað samfelagsgagnliga í.

Runnin av verkamannarót fer Javnaðarflokkurin framhaldandi at stuðla og standa undir liðini av verkafólki, tá hesi seta fram krøv og ætlanir, sum mugu metast at vera sjálvsøgd og rættvís. ð hesum sambandi stuðlar landsstevnan teim tiltøkum fyri at endurreisa tað neyðuga samstarvið við fakfelagsrørsluna, sum flokkurin boðaði frá á summarstevnuni í august.

Landsstevnan tekur undir við ávaringunum frá verkafeløgunum og Javnaðarflokkinum ímóti at seta á stovn arbeiðsrætt.

Flokkurin heldur fast við , at heilsumál, útbúgving og umsorgan fyri teim sjúku, okkara eldru og teim óhjálpnu eru almenn ábyrgdarøki. Tí er flokkurin ósamdur tá samgongan heldur uppá, at hetta eru einstaklingsins egna mál.