varð spælt um í 2. deild, ígjøgnum tunellina saman við stigunum. Royndin eydnaðist illa, men eina lítla løtu í 1. hálvleiki vóru tey í Leirvík eitt sindur kløkk, tí tá 26 minuttir vóru farnir, kom EB/Streymur [...] Steingrím Skoralíð, sum akkurát var komin á vøllin. Uppspælinum í høgru stóð Kristian Eliasen fyri. Hann er toppskjútti hjá LÍF, og eftir 71 minuttir staðfesti hann sigurin, eftir at Tomek hevði stungið fram
sosialu og mentanarligu gongdini, sum er um allan heim í dag. Tískil er tann nýmótans manndómsroyndin ella kvinnuroyndin ? nú skal tað jú eitast, at rættindini er eins fyri bæði kynini ? at fáa eina m [...] Hetta árið er, fyri tey flestu av okkum eitt psykosomatiskt moratorium, sum sálarfrøðingurin Erik Erikson kallar tað. Hetta merkir, at árið er eitt deytt tíðarbil, hvat lesnaðinum viðvíkur. Og tað er í hesum [...] ið mær er sýndur av mínum floksfelagum, ið eins og eg vóru í fimleikarhøll Vágs skúla og tóku ímóti studentsprógvum sínum, við sólstrálum í hjørtunum, tann mjørkatunga jóansøkudagin 1998. Tó er eingin
Rættur ? Rættartrygd ? Rættvísi? Hvat er ? ella hvat var tað fyri nakað? Og hvar er hetta farið alt...? Hvussu nógv nærri eru vit komin málinum við avtaluni av 10. juni. Er 10. juni endin á »banksagen«, sum [...] tílíka makt?) vil forða føroyingum (og danska almenninginum) at síggja, hvat tað er, sum fer fram, og serliga kanska, hvat tað er, sum kemur at fara fram í Føroyum. At samráðingar skuldu fara fram tann 10. [...] borg ?«? Hví er tað nú altíð á nátt, at føroyingar og danir royna sum frægast at súrga sítt egna reiður? ? Hví komprimeraðar snarljóssamráðingar um mál tað tekur vikur at greiða? Hvat er hetta fyri óskil
ÚTNORÐURSRÁÐIÐ hevur havt fund í Øravík, men lítið er komið fram til almenningin frá sjálvum fundinum. Men tað lítla, vit hava frætt, bendir á, at ráðið nú av álvara ætlar at fáa gongd á politiska samstarvið [...] fyrisiting, ið kann samskipa arbeiðið og røkja uppgávurnar, meðan ráðið ikki er saman. Avgerðin at seta ein fastan aðalskrivara er tí ikki bert ein sera skilagóð avgerð, men eisini ein neyðug avgerð, um ráðnum [...] felags áhugamálini eru fleiri enn tey mótstríðandi áhugamálini og tað er tí av størsta týdningi, at politikkararnir skilja, at samstarv er neyðugt um okkum skal vera lív lagað her í Útnorðuri. Ísland, Grønland
eyðkenni kunnu eisini brúkast um politikarar. Aktuella sjúkrahúsmálið er dømi um, at politikari dugir at lurta og harvið eisini skyna á, hvat er skilabest at gera í einum ávísum máli. FIMMARIN í útvarpinum mikudagin [...] demokratiskum samfelag. EIN kann so spyrja, hví landsstýrismaðurin ikki er komin til hesa niðurstøðu fyrr - hví hevur hann havt so lítla føling við tí, sum bylgist á hesum stóra arbeiðsplássinum! Og her koma [...] vanbýti og vanrøkt. Í okkara verð er tað tí fullkomiliga burturvið, um politikarar á bygd og sum heild nú fara at meyla um fleiri pengar til miðsteðarøkið. Landssjúkrahúsið er okkara alra. Og tí má tað eisini
FISKAVIRKING er ikki eitt tilvildarligt arbeiðspláss, men okkara størsta virki við 600 fólkum. Arbeiðsplássið er harafturat almenn ogn, sum nøkrum er litið upp í hendi at fyrisita. Tí átti nevndin at følt [...] støðan og umdømið hjá Framtaksgrunni og Fiskavirking kanska verið betri. Sum er, hevur samtakið lítla virðing millum manna og tað er spell, tí uttan »forstáilsi« verður torført at byggja nakað upp. Og ætlanin [...] hevur fingið frænir av onkrum. Annars er alt gott um tað at siga, at tíðindafólk liggja framvið. IKKI fyrr enn fleiri dagar seinni frættist, at Jákup Mørkøre er sagdur úr starvi, og skuldi longu verið
nógv enn einaferð ov lítið. Hetta er einª so stór avbjóðing fyri okkara lítla samfelag, at vit mugu brúka ta tíð, sum er neyðug. Men harfyri er ikki sagt, at nøkur orsøk er til at dríggja málið óneyðugt. [...] gott arbeiði, men harfyri er ikki sagt, at tað ikki eru viðurskifti, sum eiga at viðgerast øðrvísi enn skotið upp. Tað er hetta tann politiska viðgerðin er til fyri. OLJUMÁLIÐ er so stórt og kann fáa so [...] ALLUR fríggjadagurin er avsettur til 1. viðgerð av uppskotinum til eina føroyska kolvetnislóggávu. GRUNDARLAGIÐ undir uppskotinum er tann frágreiðingin, sum Oljuráðleggingarnevndin hevur arbeitt við nú
ÆTLANIN er so, at teir tríggir skulu hittast á fundi í London ella øðrum stað. ÁHEITAN løgmans kemur eftir drúgvar samráðingar í fleiri ár, sum enn einki endaligt úrslit hava givið. Kortini er nógv broytt [...] undir tingunum sum aftursvar til útspælið hjá bretum, tá er væl ikki nógv annað at gera enn at fara inn í eina politiska samráðing sum samtíðis er seinasti útvegurin áðrenn ein fer til dómstólin. TAÐ verður [...] til málið. Um hon veruliga er sinnað at liva upp til setning sín undan valinum um , at Bretland ynskir at virða sínar grannar - skulu hesir somu grannar virða Bretland. NÚ er at vóna, at bretar vísa sín
stendur fyri framman er einki annað enn ein sjálvfylgja. Tá hugsað verður um, hvussu lítla virðing ávísir danskir politikarar hava havt fyri føroysku fólkatingsumboðunum - ja hvussu tað er gingið uttan um hesar [...] Eidesgaard hevur gjørt av ikki at atkvøða í sambandi við formansvalið í fólkatinginum. Grundgeving hansara er tann, at hann ynskir ikki at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Hetta var so eisini tað hann [...] javnaðarflokkurin fóru til val uppá - og fingu eina dygga álitisváttan frá veljarunum afturfyri. HETTA er sama støða hann tók eftir valið, tá hann gjørdi av ikki at leggja sína atkvøðu í hvørki tann borgarliga
vánaligari og órættvísari avtalu. Er Jóannes Eidesgaard og hansara fólkatingsessur ein trumfur hjá Føroyum, eiga vit at brúka henda, er hann til okkara felags besta. Nú er umráðandi at forða løgmanni í at [...] nakrantíð og at hann tí sjálvandi kann vera samráðingarleiðari á komandi fundum við danir, er besta dømi um tann lítla álvara hann leggur í landsins framtíð. EDMUND JOENSEN hevur sagt seg frá sum samráðingarleiðara [...] hevur verið á fundi við Nyrup er stórt spell. Heldur áttu teir at virðismett støðu og leiklut hansara. Sjálvandi eigur ein føroyskur fólkatingsmaður at gera alt hann er mentur fyri at tala søk føroyinga