stillum kom á Havnina fríggjamorgunin. Kappin er bygdur í 1971, men hann varð ísstyrktur fyrst í nítiarunum. Maskinan er frá 1987 og skipið hevur nýggj spøl. Og yvirhvur er hann í góðum sandi Jalo átti [...] Nýggjasti rækjutrolarin í Føroyska flotanum liggur nú á Havnini. Og her verður hann liggjandi einar tveir mánaðar afturat. Tað er rækjutrolarin, Kappin, sum felagið Jalo í Saltangará hevur keypt úr Ålesund [...] Ålesund í Noregi. Men hóast felagið, sum eigur hann, er í Saltangará, eru tað teir báðir Kaisten Lognberg á Argjum og Jan Kjell Jacobsen úr Havn, sum eru høvuðsmenn í felagnum. Tað er norski rækjutrolarin, Olympic
aftur verður í róðrarneystinum á Glyvrum. Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at hetta kvøldið verður mikukvøldið, 7. juli, og lagt verður fyri klokkan 18.30. Á skránni verður fjølbroytt úrval [...] Føroyakvøldið á Glyvrum endar við dansiframførslu, har gestirnir eisini sleppa at royna stev, sum tikið verður til. Atgongumerkir til kvøldið í kappróðrarneystinum á Glyvrum kunnu bíleggjast á Kunningarstovunum [...] slík kvøld hava longu verið í skótamiðdeplinum á Selatrað. Kvøldini eru ætlaði bæði útlendingum og føroyingum, og fólk lata væl at og eru fegin um hesi tiltøk. Á Glyvrum Nú er so tíðin komin til, at eitt
gamalt bókmál á palli, nú eru allir leikir á gerandisføroyskum. Hetta er tað seinasta stigið, ið er við til at gera sjónleik so, at fólk kunnu kenna seg aftur í tí sum gongur fyri seg á pallinum. Leikurin [...] sjónleikaummæli Fyri eini 25 árum vóru danskir sjónleikarar á Sandi og spældu leikin ?Orðið? hjá Kaj Munk. Tá søgdu allir sandingar, at teir fóru at hyggja at ?komediu?, og komu grátandi heim aftur av [...] kallað ein farsa. Hvør er so munurin á einum skemtileiki og einari farsu. Í skránni stendur at: farsa = komedia við afturvendandi veruleikafyribrigdum sum verða vend á høvdið. Ikki er lætt at gera eina farsu
Eli Hentze Áhugafelagið hjá B71 varð sett á stovn fyri skjótt nógvum árum síðani. Týdningarmikið er tað fyri eitt ítróttarfelag sum B71 at hava eitt vælvirkandi áhugafelag, ið hjálpir til bæði við peningaligum [...] aftur eina aðruferð. Fyrireikararnir vilja gjarna takka øllum, ið hjálptu til og teimum, ið tóku lut á sølustevnuni og sjálvsagt eisini teimum mongu vitjandi.
ð fólk høvdu lagt sær leiðina niðan í KÍ høllina til mótasýningina, sum Kunningarstovan skipaði fyri. Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni, sigur, at tað eru nøkur ár síðani nú, at ein mótasýning [...] var eisini vælfyriskipað. Tað var ferð á, og ongin rættiligur steðgur var nakrantíð í. Fólk fingu eisini høvi til at keypa sær kaffi, sodavatn og annað, sum 1. P á HF skúlanum seldi. Tey tóku sær eisini [...] eisini av øllum teimum praktisku viðurskiftunum. Á skránni var eisini tónleikur. Tað vóru tær báðar systrarnar, Arnfríð og Rannvá Lutzen, sum tóku sær av tí. Tær framførdu nakrar kendar jólasangir. Pallurin
eisini ovmikið at taka av. Kári Sverrisson frambar skjaldur á sín serstaka hátt, og Eyðun Andreassen, fólkalívfrøðingur hugleiddi um skaldskap á mannamunni. Hann tók soleiðis til: »Tað skulu tvey til siga [...] Sverra vísti júst munin, nevniliga tað at duga at siga eina søgu. Tá omman hitti Nikin Poula Olsen á Sandi seg-ði frá ommu síni, sum fór til neyta og hitti Nikin. Henda frásøgnin var so hugtakandi og livandi [...] sjálvum á ungum árum, tá hann varð biðin at spæla fótbólt. Hetta var framført í røttum »Læars og Annelena« stíli, og var øgeliga skemtiligt. At enda var tað Hjørleif Enni, mæti frásøgurmaðurin á Tvøroyri
kemur grønmeti av Sandi at hava ein týðandi leiklut. - Tað er hugaligt við slíkum samstarvi, og partarnir fegnast um, at grøði av Sandi kann gerast ein enn størri partur av matskránni á hotellunum í Havn [...] Á Sandi harmast tey um, at eingin Eplafestivalur kundi haldast í heyst, men hetta hevur einki við tað at gera, at grøði trýtur. Tvørturímóti. Korona hevur argað. Fyrst varð Eplafestivalurin útsettur, men [...] heyst, og Sandarfløttur er á tremur við kanska besta og burðardyggasta grønmeti ið finst. Í góðveðrinum sunnudagin vitjaðu hotelkokkar og starvsfólk av Hotel Brandan bæði á Miðstovugarðinum og Uttasto
Skopun stundisliga klokkan 08, ótu døgurða eftir útferðirnar klokkan 11 í Virkinum á Sandi. Tá hesi høvdu etið døgurða, varð á middegi koyrt suður til Dals at dansa, og har fingu fólk eisini bæði køkur, kaffi [...] tiltakið í Sandoynni varð deilt sundur, soleiðis at ikki øll vóru á sama staði í senn alla tíðina. Hon vísir á, at børnum dámar væl, at tíðin á sama staði ikki verður ov long, og teimum dámar væl umhvørvisskifti [...] undir stórt trýst. Men, tey á strandferðsluni vóru ógvuliga lagalig, og Teistin sigldi seinasta eygardag eftir fríggjadags-ferðaætlan við onkrum tillagingum. Onkur av luttakarunum á barnadansistevnuni komu
í kvøld. Dan í Soylu er ættaður av Sandi og uppvaksin í B71, men seinastu árini hevur hann spælt við AB. Les eisini: AB'ari til EB/Streym Dan í Soylu royndi seg á fyrsta sinni í vaksnamannafótbólti í [...] AB. Í 2014 og 2015 var heimasandsmaðurin ímillum teir føstu á næstbesta liðnum hjá argjamonnum, men í 2016 fekk Dan í Soylu fasta spælitíð á besta liðnum hjá AB, sum flutti niður í 1. deild at spæla í [...] sundalagsmenn hava fingið hendan veturin. Hinir leikararnir, ið eru komnir til EB/Streym, eru Tóki á Lofti, Arnbjørn Hansen og áðurnevndi Rói Zachariasen. Harafturat er Heðin Askham nýggjur venjari hjá
Vaknandi gras undir smábarna fótum, morgunin hálvvakin rassast í ró, sólin durvandi randar á gjótum, leggur á sandin og aldurnar glóð. Blánandi loftið í erva, tindarnir hevjast úr flóð. Sóljuklødd gilini [...] høggi, grasið frítt leiftrar, har kavin fyrr lá. Syngjandi fuglur á flogi, letur ein spógvi - svarar ein lá. Vaksandi várljóð frá fjøru og sandi, stunandi æður við blikstillan fjørð, heilsast við ósan fíggjindi [...] frændi, finna skjótt saman í elskandi pør. Sjóðandi, fløðandi alda, friðfulla livandi jørð. · Valdemar á Løgmansbø Marts 2006