Eli Hentze
Áhugafelagið hjá B71 varð sett á stovn fyri skjótt nógvum árum síðani. Týdningarmikið er tað fyri eitt ítróttarfelag sum B71 at hava eitt vælvirkandi áhugafelag, ið hjálpir til bæði við peningaligum tiltøkum, men eisini praktiskum uppgávum. Sølustevnan er eitt tiltak, ið rættiliga hjálpir einum hálvtómum pengapungi, og tann síðan av sølustevnuni sigst at hava eydnast sera væl. Luttakararnir tóktust vera vælnøgdur og søgdu seg vilja koma aftur eina aðruferð.
Fyrireikararnir vilja gjarna takka øllum, ið hjálptu til og teimum, ið tóku lut á sølustevnuni og sjálvsagt eisini teimum mongu vitjandi.










