Vælumtókt føroyakvøld í Eysturoy

Í summar verður aftur skipað fyri føroyakvøldum í Eysturoy, og komandi mikukvøld verður føroyakvøld í róðrarneystinum á Glyvrum

Føroyakvøld

Ferðavinnan í Eysturoy hevur nú tikið uppaftur tey vælumtóktu føroyakvøldini, har borðreitt verður við føroyskum viðskera og ymiskum undirhaldi.
Tvey slík kvøld hava longu verið í skótamiðdeplinum á Selatrað. Kvøldini eru ætlaði bæði útlendingum og føroyingum, og fólk lata væl at og eru fegin um hesi tiltøk.

Á Glyvrum

Nú er so tíðin komin til, at eitt føroyakvøld aftur verður í róðrarneystinum á Glyvrum.
Kunningarstovan í Saltangará veit at siga, at hetta kvøldið verður mikukvøldið, 7. juli, og lagt verður fyri klokkan 18.30.
Á skránni verður fjølbroytt úrval av føroyskum mati, og haraftrat verður ymiskt undirhald á skránni, eitt nú upplestur um føroyska samfelagið, um søgu og mentan. Eisini verður vístur filmur um Føroyar, og framsýning verður av pløggum, sum eru virkað í Føroyum.

Royna stev

Føroyakvøldið á Glyvrum endar við dansiframførslu, har gestirnir eisini sleppa at royna stev, sum tikið verður til.
Atgongumerkir til kvøldið í kappróðrarneystinum á Glyvrum kunnu bíleggjast á Kunningarstovunum í Fuglafirði og í Saltangará og Hotel Runavík, Sjómansheiminum.