Klaksvík:
Gott fýrahundrað fólk høvdu lagt sær leiðina niðan í KÍ høllina til mótasýningina, sum Kunningarstovan skipaði fyri.
Christian Olsen, leiðari á Kunningarstovuni, sigur, at tað eru nøkur ár síðani nú, at ein mótasýning burturav var í Klaksvík. Seinnu árini hevur mótasýning verið í samband við jólasølustevnuna, men hon verður ikki í ár, og so hildu tey, at hetta var eitt gott høvi hjá handlum í Klaksvík at kunna sýna tann seinasta jólamótan fram.
Hann sigur, at øll eru væl nøgd við sýningina ? bæði fyrireikarar og luttakarar.
Og mótasýningin var eisini vælfyriskipað. Tað var ferð á, og ongin rættiligur steðgur var nakrantíð í. Fólk fingu eisini høvi til at keypa sær kaffi, sodavatn og annað, sum 1. P á HF skúlanum seldi. Tey tóku sær eisini av øllum teimum praktisku viðurskiftunum. Á skránni var eisini tónleikur. Tað vóru tær báðar systrarnar, Arnfríð og Rannvá Lutzen, sum tóku sær av tí. Tær framførdu nakrar kendar jólasangir. Pallurin var prýddur við blómum og øðrum frá Summardáanum í Klaksvík.
Alt tiltakið vardi í tveir tímar, og áskoðararnir lótu væl at. Serliga fegnaðust tey um, at tað ikki var so dýrt at koma inn. Atgongumerkini kostaðu 50 krónur fyri vaksin og 20 fyri børn.
Christian Olsen sigur, at endamálið við mótasýningini var fyrst og fremst at geva handlum ein møguleika til at sýna teirra vørur fram. Hann sigur eisini, at tá mótasýning hevur verið á sølustevnum, tá hevur rásarúmið ikki verið so stórt hjá handlunum, sum tað er, tá talan er um eina mótasýning burturav.
Hann veit ikki at siga enn, um hetta verður eitt afturvendandi tiltak, tí tað liggur nógv arbeiði aftan fyri eitt tílíkt tiltak.