Váttað: Dan til EB/Streym

EB/Streymur váttar, at heimasandsmaður skiftir til felagið

Sum in.fo visti at siga í gjár, so skiftir 20 ára gamli Dan í Soylu AB út við EB/Streym. Tað váttar EB/Streymur í kvøld. Dan í Soylu er ættaður av Sandi og uppvaksin í B71, men seinastu árini hevur hann spælt við AB.

 

Les eisini: AB'ari til EB/Streym

 

Dan í Soylu royndi seg á fyrsta sinni í vaksnamannafótbólti í 2012 í B71, har hann spældi til og við kappingarárið 2013. Síðani tá hevur miðvallarin verið at funnið í AB. Í 2014 og 2015 var heimasandsmaðurin ímillum teir føstu á næstbesta liðnum hjá argjamonnum, men í 2016 fekk Dan í Soylu fasta spælitíð á besta liðnum hjá AB, sum flutti niður í 1. deild at spæla í komandi kappingarári - tó uttan Dan í Soylu, sum fer at spæla í Effodeildini við øðrum av uppflytarunum úr 1. deild í ár, EB/Streymi.

 

Dan í Soylu er annar maðurin innan eina viku, sum skiftir AB út við EB/Streym. Fyri viku síðani gjørdist nevniliga eisini greitt, at ein av eykamálverjunum hjá AB í ár, Rói Zachariasen, fer at spæla í sundalagnum í komandi kappingarári.

 

Sigast má, at EB/Streymur hevur gjørt sítt fyri at brynja seg til komandi kappingarárið í bestu deildini, tí Dan í Soylu er fjórða leikaratilgongdin, sum sundalagsmenn hava fingið hendan veturin. Hinir leikararnir, ið eru komnir til EB/Streym, eru Tóki á Lofti, Arnbjørn Hansen og áðurnevndi Rói Zachariasen. Harafturat er Heðin Askham nýggjur venjari hjá EB/Streymi.