uttan ein dystur eru vunnir. ? Vit hava havt eitt ungt lið, sum hevur víst góðan vilja til at vinna. Tær hava trivist sera væl saman, og hóast vit mangan hava verið afturúr, so hava vit altíð klárað at [...] vinna FM-heitið. ? Hetta kom væl við. Vit hava so at siga á hvørjum ári verið millum tey fremstu liðini, men ongantíð hevur tað eydnast okkum at vinna gullið fyrr enn nú, sigur hann. ? Hetta trongdi til. [...] uppiborið, at tær nú eru føroyameistarar. Havnin hevur verið fremst Kappast hevur verið í kvinnudeildini síðani 1985, og flestu árini hava tað verið havnafeløgini, HB og B36, sum eru farin við FM-heitinum
settar vórðu fram við ánni í viðarlundini. Teimum eru bara fáar eftir av nú, tí tað er oyðilagt so við og við. - Tað er so harmiligt, at einki skal fáa frið. Vit hava so nógv annað at stríðast við, veður og [...] Tróndur. Men tað eru ikki bara ótangar, sum gera seg inn á tað, sum veksur. Ferð eftir ferð hvørva tær mest sjáldsomu planturnar, sum Skógrøktin gera royndir við og plantar her. Tær planturnar eru langt burtur [...] skilji als ikki, at nakar fær seg til at gera seg inn á tað, sum veksur, sigur Tróndur. Hann heldur tað eisini vera løgið, at hetta herverkið hendir á alfaravegi, og ongantíð hevur nakar sæð nakað. Tað er
Stórur tørvur Arbeiðuppgávurnar hjá bólkinum eru tvær. Onnur er umlætting og hin at byggja vardar bústaðir við felsgshølum. 32 pláss eru á røktarheimi, og 11 pláss á Vistarheiminum, men hesi pláss røkka einki [...] lagdur á, at tey eldru skulu vera virkin sum gjørligt og gera sín part av arbeiðinum. Tað sparir starvsfólk, sum er tann dýrasti parturin av rakstrinum av slíkum heimum. - Tað mugu vit eisini inn á her, [...] Nú røkist alt fyri, at gongd fer at koma á ætlanina um at byggja nýtt ellisheim í Klaksvík. Í oktober mánaði fara nøkur fólk til Kópavágs í íslandi at vitja fyri at kunna seg um, hvussu ellisheim har verða
sjógvi. Við skipunum eru tveir føroyskir eygleiðarar frá Fiskirannsóknarstovuni. Hesi bæði skipini, sum nú royna í føroyskum sjógvi, royna við flotlínu suðuri á 6o stigum norður og vesturi á umleið sjey til [...] ikki so væl. Tá bygdu vit skip og leitaðu víða suðuri í havi. Nú vísir tað seg, at tað er kanska ikki neyðugt at fara so langt, sum gjørt varð tá. Fiskurin gýtir í Meðalhavinum tíðliga á sumri, og so fylgja [...] fylgja skipini honum norður eftir, sum tey hava gjørt til nú, tey eru komin í føroyskan sjógv. Men royndin er øgilig, verður sagt av Fiskirannsóknarstovuni. Í løtuni liggja eini 90 skip í írskum sjógvi. Men
til myrkurs. Nú vit eru í byrjanini av august mánaði, heysta tey rísið. Kvinnur og menn standa vid boygdum ryggi úti á teimum grønu og vøkru rísmarkunum, og skera akurin við seglinum, sum vit kenna best [...] jørðini, og eru orsøkin til at avgrøðin er munandi verri enn aðrastaðni. Í dag er, sum áður nevnt, ein partur av tunnilnetinum opin fyri almenninginum. Hesir tunlar eru víðkaðir soleiðis at teir nú eru 120 s [...] eyðkenda trýhyrnta hattin á høvdinum. Hatturin, ið upprunaliga er vietnamesiskur, verjir tey móti teirri sterku sólini tá turkur er, og móti regninum í regntíðini. Á markunum, ið eru heystaðar, pløga menn
ar á barnadeildini. Upplýsandi tiltøk - Umframt týdningarmesta arbeiðið við sjúklingunum, hvat fara barnalæknarnir annars at tríva í? - Eitt nú er stórur tørvur á at skipa fyri upplýsandi arbeiði á hesum [...] barnalæknar eru í Føroyum enn nakrantíð áður, so merkir tað ikki, at teir ikki hava nóg mikið at gera. - Minni enn so. Nógv er at gera, og nú verður orka at fara undir arbeiði, sum hevur ligið á láni og sum [...] sum vit nú hava stundir at gera meira við, sigur Odmar Færø, yvirlækni á barnadeildini. Hann hevur verið einsamallur barnalækni í Føroyum í nógv ár, men í 1993 kom Ulrike Steuerwald, barnalækni í Týskalandi
Hálvársroknskapurin fyri fyrra hálvár 1997 er nú liðugur, og vit kunnu staðfesta, at framgongdin frá 1996 heldur fram. Nettosølan fyrra hálvár 1997 vaks við 9% úr 67,5% kr. uppí 73,9 mió. kr. samanborið [...] tíðarskeiðið, og vóru 4.082 brúkarar tann 1. juli 1997. Tó eru inntøkurnar av fartelefonini ikki øktar, orsakað av takstlækkingunum, sum vóru framdar á fartelefonøkinum í vár. Eginpeningurin fyrstu 6 mánaðirnar [...] økta virksemi sum heild, er alt ein liður í eini tillaging av Telefonverkinum til stóru menningina á fjarskiftisøkinum, og eisini ein liður í at skapa fortreytirnar fyri framhaldandi takstlækkingum til
beinleiðis tjóðartiknar. Harumframt fer dansk ríkið at hava beinleiðis ávirkan á stóran part av føroysku flakavinnuni á landi og á størstu sølufyritøku í landinum. Føroya Ídnaðarfelag tekur ikki undir við hesi [...] hesum sambandi loyvir Føroya Ídnaðarfelag sær at koma við uppskoti um, hvørjar viðtøkubroytingar, vit halda eru neyðugar. Endamálsorðingin, grein 2 í viðtøkunum, verður broytt, so grunnurin hevur til endamáls [...] eisini, at tá íløgur grunnsins skulu gerast á marknaðarbúskaparligum treytum, ber ikki til við politiskari íblandan av leiðslu grunnsins. Fyri at styrkja um álitið á leiðsluna er hugsandi, at nevndarlimir grunnsins
kann bert siga, at meiri ferð verður sett á samráðingarnar og vit gera alt fyri, at tað skal ganga skjótari. Eg dugi eisini at skilja á føroyingum, at tit eru í ferð við at fyrireika eina útbjóðing, og [...] Allir partar her vilja hava eina loysn á málinum. Annars meta vit hetta ikki sum eina konflikt. Hetta er eitt mál, sum hevur verið á dagskránni í langa tíð og sum vit mugu loysa í sátt og semju. -Hvat nýtt [...] fundin í London í dag. Nú bretar spældu út við einum nýggjum uppskoti á seinasta fundinum í Danmark í juli er bólturin nú hjá føroyingum. Hann sigur, at teir gjørdu týðandi framstig á seinasta fundinum og
hesum máli enn vit - tó at hetta eisini hevur stóran týdning fyri okkum. Danir og vit Uppá fyrispurning um vit føroyingar hava fingið nóg góða uppbakking frá danskari síðu í hesum samráðingum, nú danir jú umsita [...] eing-in orsøk til at hava illusiónir um, at vit koma framum slík áhugamál. Tað eiga vit eis-ini sjálvi at kalkulera við, tá vit gera okkara egnu niðurstøður. Helena Dam á Neystabø sigur, at hon hevur gjørt sær [...] somu línu, meðan løgmaður kanska sær eitt sindur øðrvísi uppá málið, nú tað loksins gongur móti endanum á hesum drúgvu samráðingum. Vit hava ikki fingið hesi tíðindi váttað men skilja, at Árni Olafsson er