KLAKSVÍK: Hóast tað ikki var á honum, at tað sást best á, mundi neyvan nakar fegnast so nógv um FM-heitið hjá KÍ-kvinnunum, sum Jón Harald Poulsen.
Hann venur saman við Sigrid Andreasen 1. kvinnulið hjá KÍ, og tað hevur hann gjørt nógv ár. Í fjør var hann ikki venjari, men í ár gjørdi hann comeback, og umsíðir eydnaðist tað honum at vinna FM-heitið.
? Hetta kom væl við. Vit hava so at siga á hvørjum ári verið millum tey fremstu liðini, men ongantíð hevur tað eydnast okkum at vinna gullið fyrr enn nú, sigur hann.
? Hetta trongdi til. Kvinnurnar hava verið óførar bæði til venjing og dyst, so tað er væl uppiborið, at tær nú eru føroyameistarar.
Havnin hevur
verið fremst
Kappast hevur verið í kvinnudeildini síðani 1985, og flestu árini hava tað verið havnafeløgini, HB og B36, sum eru farin við FM-heitinum.
Í 1990 stakk Skála seg upp ímillum, og tað var byrjanin til 3-ára harradømi hjá Eysturoynni. ÍF vann FM í 1991 og Skála aftur í 1992.
Men síðani 1992 hevur Havnin á hvørjum ári átt FM-vinnaran hjá kvinnum, til gullmerkini á fyrsta sinni nú koma til Klaksvíkar.
Stuðulsspælarar burtur
Kvinnufótbólturin hevur havt tað gott í Klaksvík, og í løtuni tykist hann stórtrívast. KÍ hevur vunnið the double í gentudeildini, og umframt FM-heitið, vann 1. kvinnulið silvur í steypakappingini.
Tað var annars ikki líkt til, at hetta skuldi vera árið, tá KÍ vann FM-heitið. KÍ byrjaði illa í steypakappingini, og kom akkurát víðari frá innleiðandi dystunum. Fyrsti dysturin í landskappingini endaði við stórtapi í Havn.
Fleiri av stuðulsspælarunum frá í fjør vóru burtur, og tað tók sína tíð at finna avloysarar fyri teir tríggjar landsliðsspælararnar Margit Joensen, Báru Skaale og Sólvu Eystberg.
Sum eftir ánni
Men síðani fyrsta dystin hevur gingið sum eftir ánni, og allir uttan ein dystur eru vunnir.
? Vit hava havt eitt ungt lið, sum hevur víst góðan vilja til at vinna. Tær hava trivist sera væl saman, og hóast vit mangan hava verið afturúr, so hava vit altíð klárað at komið afturíaftur og vunnið, sigur Jón Harald Poulsen.
? Nógv ár hava vit verið óheppin, men í ár hava vit havt marginalarnar við okkum, og tað er tað sum skal til, skalt tú vinna FM-heitið. Áskoðarastuðulin, sum vit hava fingið, er uttan sín líka, og hevur verið sera góð hjálp hjá ungu spælarunum.