Hálvársroknskapurin fyri fyrra hálvár 1997 er nú liðugur, og vit kunnu staðfesta, at framgongdin frá 1996 heldur fram.
Nettosølan fyrra hálvár 1997 vaks við 9% úr 67,5% kr. uppí 73,9 mió. kr. samanborið við fyrra hálvár 1996. Størsti vøksturin hevur verið innan fiskiøkini fastnetstelefoni, vørusølu, rokningsarbeiðir og Internet. Úrslitið fyrra hálvár 1997 gjørdist 13,3 mió. kr. ímóti 9,7 mió. kr. fyrra hálvár 1996.
Virksemið sum heild vaks nógv. Stórt arbeiði hevur verið í samband við at fyrireika eina framskundaða digitalisering av fjarskiftiskervinum, í at nútíðargera støðisútgerðina og við at fyrireika eitt størri útboð av framkomnum tænastum. Samlaðu íløgurnar fyrstu 5 mánaðirnar í ár vóru 14,6 mió. kr. ímóti 7,1 mió. kr. fyrstu 6 mánaðirnar í 1996.
Góðu fíggjarligu úrslitini, hækkaðu íløgurnar og økta virksemi sum heild, er alt ein liður í eini tillaging av Telefonverkinum til stóru menningina á fjarskiftisøkinum, og eisini ein liður í at skapa fortreytirnar fyri framhaldandi takstlækkingum til gagns fyri viðskiftafólkið.
Talið av viðskiftafólkum vaks fyrru helvt av 1997. Størsti vøksturin hevur verið innan Internet tænastuna. Talið av fartelefonbrúkarum er økt 25% hetta tíðarskeiðið, og vóru 4.082 brúkarar tann 1. juli 1997. Tó eru inntøkurnar av fartelefonini ikki øktar, orsakað av takstlækkingunum, sum vóru framdar á fartelefonøkinum í vár.
Eginpeningurin fyrstu 6 mánaðirnar í ár hækkaði við 13,3 mió. kr. og var 84,1 mió. kr. 1. juli 1997. Telefonverkið hevur hetta hálvárið avdrigið 21,2 mió. kr. av lániskuldini, og samlaða lániskuldin tann 1. juli 1997 var 113,6 mió. kr.
Gongdin higartil í ár hevur verið betri enn vænta, og Telefonverkið metir, at samlaða nettosølan í 1997 verður umleið 155 mió. kr. og at ársúrslitið verður omanfyri 25 mió. kr.
Telefonverkið takkar øllum viðskiftafólki sínum fyri eitt gott fyrra hálvár 1997.