tóku nakrar myndir á túrinum eftir bryggjuni og gjøgnum bygdina á Toftum, har tú rættiliga noyðist at ansa tær, um tú ikki skalt koyra á ein ella fleiri fiskakassar, sum liggja og sløðast á vegnum. [...] Um 03.30-tíðina í nátt var Portalurin ein túr eftir bryggjuni á Toftum, har nógv vinnuvirksemi er um dagarnar. Á havnalagnum er bæði Kassamiðstøð, virkisbygningurin hjá Snodd, Valhalla, sum pakkar og útflytir [...] um midnáttarleitið, liggja einstakir fiskakassar og sløðast fleiri hundrað metrar uppi í bygdini á Toftum. Kassarnir, sum høvdu leitað sær longst niðan í bygdina, lógu heilt uppi við húsini hjá Dáva Højgaard
nýggja skipið tekur gamla línuskipanavnið á Toftum. Nes kommuna veit at siga, at tað er P/F Regn, sum hevur keypt nýggja skipið úr Noregi. Tá móttøka verður á Toftum leygardagin klokkan 14, verða talur hildnar [...] verður royndi línuskiparin á Eiði, Jákup Eli Eidesgaard, sum skal føra nýggja Stapan, sum kemur leygardagin, 26. mars. Tá skipið kemur á Toftir henda dagin, verður skipað fyri móttøku á bryggjuni, sum byrjar [...] føra nýggja Stapan, hevur ført gamla Stapan í fleiri ár, og fleiri av manningini umborð á gamla Stapanum flyta umborð á nýggja skipið saman við skiparanum. - Tað verður Knút Høgagarð, sum fer at føra gamla
fyrsta árliga stevnan hevur nú í fleiri ár verið bátafestivalurin á Toftum, sum liggur fyrsta vikuskiftið í mai. Bátafelagið á Toftum hevur hesi seinastu árini ment hetta tiltak til veruliga at vera ein [...] seta hvørjum øðrum stevnu á bátafestivalinum, sigur borgarstjórin. Vegna Nes kommunu ynskir Símin Johannesen at bjóða øllum - bæði nær og fjar - vælkomin á bátafestival á Toftum í morgin. [...] er bara at seta kós og seta hvørjum øðrum stevnu á bátafestivalinum í morgin, sigur borgarstjórin, Símin Johannesen. Borgarstjórin í Nes kommunu vísir á, at tá flaggdagur júst hevur verið, er hetta samstundis
klokkan 20 - dýra biðidag - skipar Blái Krossur fyri stórum sangtiltaki í festvaltjaldinum á havnalagnum á Toftum. - Tey, sum fara at luttaka við sangi, verða Theodor (Teddy) Petersen og døtrar, bólkurin [...] Olsen við bólki. - Kaffi verður at fáa alt kvøldið, og tiltakið endar við suppu, verður sagt á Toftum. Á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - liggur skrá fyri kvøldið í kvøld, og her sæst eisini
boðað frá, at felagið er sinnað at fara undir byggjan á Kneysum á Toftum, og á bygdarráðsfundi 22. juni varð samtykt, at Vinnunevndin í Nes kommunu fekk heimild at arbeiða víðari við hesi ætlan. Vinnunevndin [...] Bústaðir javnan tosað um møguleikan at byggja leiguíbúðir á Toftum, og nú er ætlanin komin eitt stórt fet nærri veruleikanum, skrivar kommunan á heimasíðu sínari. Kommunan skrivar, at Bústaðir hevur boðað [...] herundir fíggjarliga partin hjá Nes kommunu í samband við grundøki og byggibúgving, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Eins og undanfarin ár skipar Tofta Ítróttarfelag aftur í ár fyri nýggjárshaldi á Toftum. Tiltakið verður á havnalagnum, norðanfyri bygningingin hjá P/F Eysturoy. - Byrjað verður klokkan 23.15, tá øll fáa [...] "Føroyingar, sum her nú koma saman". Á midnátt verður árið 2015 skotið inn við fest-fýrverki, og í Nes kommunu siga tey, at kommunan stuðlar nýggjárshaldinum, sum verður á Toftum í annaðkvøld.
ákoyrdur á Toftum. Hendingin fór fram við gamla handilin hjá Sannu, har Navia áður helt til. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at sjúkrabilur varð sendur á staðið og flutti mannin á Landssjúkrahúsið [...] annars við fult vit. Alt bendir á, at tilburðurin tíbetur ikki var so álvarsligur, men í løtuni vita vit ikki, hvat kanningarnar á Landssjúkrahúsinum vísa. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur seg [...] seg ikki vera fullgreiðan yvir, hvussu tilburðurin á Toftum fór fram, men frágreiðing verður skrivað í málinum.
undir bygging av íbúðum á Kneysum á Toftum. Í hesum sambandi verður í kvøld klokkan 19.30 kunnandi og útgreinandi fundur um byggiverkætlanina í hølunum hjá byggivirkinum, KBH á Toftum. Á heimasíðuni hjá Nes
byggja 2 íbúðareindir á Toftum við í minsta lagi 16 íbúðum. Umframt leiguíbúðir, metir Bústaðir, at verkætlanin eisini kann innihalda lutaíbúðir. Íbúðirnar verða bygdar miðskeiðis á Toftum, nakað norðanfyri [...] norðanfyri sambýlið Vesturskin, ella omanfyri Oyrahandilin og bátahylin, skrivar Nes Kommuna á síni heimasíðu. Ætlanin er, at arbeiði við vegagerð, útgrevstri og planering verður liðugt í mai 2018. Arbeiðið verður
Framførsla hjá tónleikabreytini á skúlunum í Runavík og á Toftum verður í fimleikahøllini á Glyvrum fríggjakvøldið Hesi seinastu trý árini hava skúlarnir í Runavík og á Toftum í felag havt eina tónleikabreyt [...] Fríggjakvøldi klokkan 20.30 verður framførsla í fimleikahøllini í skúlanum á Glyvrum. Fleiri av næmingunum standa fyri fyrstu ferð á palli sum sangsolistar. Orkestrið er mannað við góðum fólki: Hjalti Joensen [...] eyt í 10. flokki. Seinast í skúlaárinum hava næmingarnir á tónleikabreytini havt høvi til at upptraðka sum sangsolistar saman við royndum og góðum tónleikarum. Soleiðis verður eisini hesa ferð. Fríggjakvøldi