Í kvøld klokkan 20 - dýra biðidag - skipar Blái Krossur fyri stórum sangtiltaki í festvaltjaldinum á havnalagnum á Toftum.
- Tey, sum fara at luttaka við sangi, verða Theodor (Teddy) Petersen og døtrar, bólkurin Vega úr Fuglafirði, Kvartettin í Betesda, Magni Christiansen, Jóhannnes og Kristiana Finnson av Glyvrum, Bólkurin Vinir úr Klaksvík og Símun Chr. Olsen við bólki.
- Kaffi verður at fáa alt kvøldið, og tiltakið endar við suppu, verður sagt á Toftum.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu - www.nes.fo - liggur skrá fyri kvøldið í kvøld, og her sæst eisini neyvt, nær ymisku bólkarnir syngja og spæla í tjaldinum.










