Seinastu tvey árini hava Nes Kommuna og Bústaðir javnan tosað um møguleikan at byggja leiguíbúðir á Toftum, og nú er ætlanin komin eitt stórt fet nærri veruleikanum, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.
Kommunan skrivar, at Bústaðir hevur boðað frá, at felagið er sinnað at fara undir byggjan á Kneysum á Toftum, og á bygdarráðsfundi 22. juni varð samtykt, at Vinnunevndin í Nes kommunu fekk heimild at arbeiða víðari við hesi ætlan.
Vinnunevndin fer eftir summarfrítíðina - ella so skjótt sum møguligt - at leggja uppskot fram um, hvussu ætlanin kann fremjast – herundir fíggjarliga partin hjá Nes kommunu í samband við grundøki og byggibúgving, skrivar kommunan á heimasíðu sínari.









