Klokkan 21.54 í kvøld fekk løgreglan boð um, at ein eldri maður varð ákoyrdur á Toftum. Hendingin fór fram við gamla handilin hjá Sannu, har Navia áður helt til.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at sjúkrabilur varð sendur á staðið og flutti mannin á Landssjúkrahúsið til kanningar.
- Maðurin bløddi eitt sindur, men var annars við fult vit. Alt bendir á, at tilburðurin tíbetur ikki var so álvarsligur, men í løtuni vita vit ikki, hvat kanningarnar á Landssjúkrahúsinum vísa.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur seg ikki vera fullgreiðan yvir, hvussu tilburðurin á Toftum fór fram, men frágreiðing verður skrivað í málinum.










