Súnfríð heldur røðu á nýggjárshaldi

Eins og undandarin ár, verður aftur í ár skipað fyri nýggjárshaldi á Toftum.

Eins og undanfarin ár skipar Tofta Ítróttarfelag aftur í ár fyri nýggjárshaldi á Toftum. Tiltakið verður á havnalagnum, norðanfyri bygningingin hjá P/F Eysturoy.

 

- Byrjað verður klokkan 23.15, tá øll fáa ókeypis heitt kakao og bollar, og tað verður Súnfríð Jacobsen, sum fer at halda nýggjársrøðu, hon hon leggur fyri klokkan 23.30.

 

Tofta Ítróttarfelag veit at siga, at tjóðsangurin verður sungin klokkan 23.40, og eftir tjóðsangin verður kvøðið "Føroyingar, sum her nú koma saman".

 

Á midnátt verður árið 2015 skotið inn við fest-fýrverki, og í Nes kommunu siga tey, at kommunan stuðlar nýggjárshaldinum, sum verður á Toftum í annaðkvøld.