Um 03.30-tíðina í nátt var Portalurin ein túr eftir bryggjuni á Toftum, har nógv vinnuvirksemi er um dagarnar. Á havnalagnum er bæði Kassamiðstøð, virkisbygningurin hjá Snodd, Valhalla, sum pakkar og útflytir fekst og saltfiskavirkið, sum Vaðhorn leigar og rekur. Á bryggjuni eru eisini bygningarnir, har Fiskamarknaður Føroya og Landingarmiðstøð Føroya húsast og hava sítt virksemi.
Longu tíðliga í kvøld lógu fiskakassar og rókust eftir høvuðsvegnum, og nú eftir nógva stormin, sum serliga var rundan um midnáttarleitið, liggja einstakir fiskakassar og sløðast fleiri hundrað metrar uppi í bygdini á Toftum. Kassarnir, sum høvdu leitað sær longst niðan í bygdina, lógu heilt uppi við húsini hjá Dáva Højgaard og vóru soleiðis farnir undan storminum niðan alla ta brøttu brekkuna niðaneftir móti Svangaskarði.
Í løtum er framvegis nógvur vindur, sum myndin av uppøstu vindalduni vísir. Tað leikar hart á móti havnalagnum, har fleiri virkisbygningar standa. Tá ælini ganga, veksur vindurin aftur uppí harðan storm, og sjórokið stendur upp um bryggjukantin og niðan yvir virkini.
Vit tóku nakrar myndir á túrinum eftir bryggjuni og gjøgnum bygdina á Toftum, har tú rættiliga noyðist at ansa tær, um tú ikki skalt koyra á ein ella fleiri fiskakassar, sum liggja og sløðast á vegnum.