Byggisamtakið Vist fer nú undir bygging av íbúðum á Kneysum á Toftum. Í hesum sambandi verður í kvøld klokkan 19.30 kunnandi og útgreinandi fundur um byggiverkætlanina í hølunum hjá byggivirkinum, KBH á Toftum.
Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at íbúðirnar fara at líkjast íbúðunum, ið samtakið áður hevur bygt í Runavik tey seinnu árini. Tó verður talan um tillagingar og betringar við atliti til innrætting.
- Íbúðirnar liggja sera væl fyri, bæði til atkomu, útsýni og sólargang. Treytað av íbúðastøddum kann talan gerast um 2832 íbúðir ætlandi lutaðar í tríggjar íbúðalonir við millum 8 og 12 íbúðum í hvørjari lon, sigur Nes kommuna.