í starvið sum kommunustjóri í Tvøroyrar Kommunu, skrivar Tvøroyrar Kommuna á síni heimasíðu. Fróði Mortensen er 56 ár, hann er búsitandi í Trongisvági og hevur seinastu 3 árini starvast sum Tekniskur leiðari [...] Mortensen starvast 16 ár sum økisleiðari fyri Føroya Tele í Suðuroynni. Kommunustjórin er næsti ráðgevi hjá býráðnum og borgarstjóranum, og starvið er bygnaðarliga skipað sum partur av ovastu umsitingarligu [...] num hjá kommununi, og umboðar kommununa í starvsbólkinum hjá Kommunufelagnum. Hann byrjarí starvi sum kommunustjóri 1. november 2019.
kring landið, sum upp undir hetta løgtingsvalið. Men nú er valið farið aftur um, og gerandisdagurin byrjaður aftur. Men tað vísir seg, at valevnini eru ikki líka røsk at rudda upp eftir sær, sum tey vóru at [...] Tað er lopið fólki, sum vóru á veg til arbeiðis í morgun, í eyguni, at nógva staðni hava valevni bara skrætt sjálva plakatina niður, men hava latið allan fótin, og alla plátuna, sum plakatin varð heft á [...] á, verða standandi fram við vegnum. Sera sjálvsøki, sigur ein lesari, sum hevur sent okkum hesar myndirnar, hann tók á veg til arbeiðs í morgun. ##med3## ##med4## ##med5## ##med6##
Mentanarnáttin, sum skuldi vera á Tvøroyri í dag er avlýst. Tað upplýsir Kristin Michelsen, borgarstjóri, fyri Miðlahúsinum. - Tað eru serligar umstøður, sum eru orsøkin til, at tað hevði verið ógjørligt [...] vóru farin umborð á Smyril, sum skuldi av Havnini klokkan 12, men stutt áðrenn Smyril skuldi leggja frá landi, gav skiparin boð um avlýsingina og gav teimum ferðafólkunum, sum ætlaðu sær suður á mentanarnátt [...] í land aftur. Á Visit Suðuroy siga tey, at tað eydnaðist eisini teimum at fáa givið øllum teimum, sum høvdu uppgávur har suðuri í dag, boð um avlýsingina, so at eingin skuldi koma suður til fánýtis.
Hetta er næstan dupult so nógvir, sum tað merkið, sum hevur næstflest bilar. Tað er Citroen, sum hevur 2.482 bilar rullandi á vegunum. Nummar trý á listanum er Ford, sum hevur1930 bilar hoyrandi á vegunum [...] uppgerð frá Hagstovuni vísti tað seg, at um hálvan hendan mánaðin vóru 24.281 persónbilar í Føroyum. Sum kanska fleiri hava lagt til merkis, so síggjast nógvir bilar av merkinum Toyota á vegunum. Teir eru
arbeitt við sketsjum og sangum sum prika og pirka, sum tikið verður til. Úr Fuglafirði siga fyrireikararnir av mentanardøgunum, at nógv ymisk evni eru at tríva í hjá teimum, sum nú hava fingið forvitnisliga [...] Fyrr var vanligt at spæla teiti í Fuglafirði – ella tað, sum aðrastaðni verður rópt kabarett. Í nógv ár hevur einki teiti verið á skránni, men nú verður tað! - Í eitt tíðarskeið hava sjónleikarar og t [...] ga teitið upp at standa. - Hetta skal nokk gerast stuttligt, sangbart og hvast, sum tey taka til. Teitið fer at hava fýra sýningar í Mentanarhúsinum, hóskvøldið – tað er í kvøld – klokkan 20, fríggjadagin
Lagið hevur verið gott á teimum, sum hava verið á G farnu dagarnar. Somikið gott, at tað mest sum ongantíð er komið til ilnar millum fólk av álvara. Eittans harðskapsmál er fráboðað løgregluni. Tað er [...] leygarkvøldið. - Ein maður hevur fýrt ein annan, sum datt og smekkaði høvdið í. Hann fekk ein snudd í høvdið, so hann bleiv sendur á sjúkrahúsið til kanningar og sum eg skilji, so liggur hann har enn, sigur [...] vakthavandi. Hann sigur, at málið er mest sum avgreitt, tí teir hava tosað við báðar menninar um hendingina. In.fo hevur annars fleiri myndasøvn við myndum frá G! Myndirnar undir greinini vórðu tiknar
Sámal Erik Hentze, sum seinastu tvey kappingarárini hevur vunnið FM-heitið við Víkingi, er í kvøld á NSÍ veitsluni, kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari komandi kappingarár. Tað er greitt í Runavík í [...] avdúkaður sum NSÍ venjari í 2018. Fyri in.fo hevur Sámal Erik Hentze annars boðað frá, at hann komandi ár skuldi hava steðg frá fótbólti. Men soleiðis verður ikki. Afturat Sámal Erik Hentze sum høvuðsvenjara [...] høvuðsvenjara er greitt at Rúni Klein Joensen, sum í ár hevur verið málmansvenjari hjá Víkingi, verður nýggjur málmansvenjari hjá NSÍ.
tað rungaði fyri oyrunum, sum hevði eg verið til eina rokk konsert. Eg føldi, at tað var okkurt við hondini, so eg stakk hana í kavan, har sum eg lá, sigur Sólarn Solmunde, sum nýggjársaftan varð slongdur [...] eksploderaði í hondini á honum. Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum í morgin, seta vit sjóneykuna á fýrverk og tosa við nakrar føroyingar, sum hava fingið skaða av fýrverki. Á temasíðunum viðgera
Vaglinum í Havn í dag, til haldið, sum var í samband við altjóða arbeiðaradagin. Tað vórðu tríggir røðarar, ið vórðu á pallinum í dag: Tóra við Keldu, sum er forkvinna í MBF, sum er felagið fyri tey, ið bera [...] bera brek í Føroyum, Jørleif Kúrberg, sum er sonur Martin Kúrberg, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag í trimum umførum, frá 1951 til 1952, síðani frá 1955 til 1956 og so aftur frá 1973-1976, eftir [...] eftir tí, vit hava fingið upplýst. Triði røðarin var Kári Johansen, sum er sonur Carl Johansen, ið var formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag frá 1977, til hann doyði í 2002. Álvur Haraldsen tók myndir frá tiltakinum
Best lønti fótbóltsspælarin er Cristiano Ronaldo, sum forvinnur góðar 700 milliónir krónur í hesum kappingarárinum. Í hølunum á honum er Lionel Messi, sum fær umleið 570 milliónir krónur í kassan í hesum [...] ella Real Madrid. Sambært France Football er best lønti venjarin José Mourinho, sum fær góðar 200 milliónir krónur um árið sum venjari hjá Manchester United. [...] Viðurkenda blaðið France Football hevur í útgávuni, sum kemur út í morgin, gjørt eitt yvirlit yvir heimsins best løntu fótbóltsspælarar. Yvirlitið byggir á lønarinntøkur, bonus og stuðulsinntøkur í hesum