Eittans harðskapsmál á G

Skuldi næstan ikki trúð, at ein festivalur hevur verið, sigur løgreglan.

Lagið hevur verið gott á teimum, sum hava verið á G farnu dagarnar. Somikið gott, at tað mest sum ongantíð er komið til ilnar millum fólk av álvara.

 

Eittans harðskapsmál er fráboðað løgregluni. Tað er fráboðað løgrelguni í gjárkvøldið, men sambært vakthavandi hendi tað leygarkvøldið.

 

- Ein maður hevur fýrt ein annan, sum datt og smekkaði høvdið í. Hann fekk ein snudd í høvdið, so hann bleiv sendur á sjúkrahúsið til kanningar og sum eg skilji, so liggur hann har enn, sigur vakthavandi.

 

Hann sigur, at málið er mest sum avgreitt, tí teir hava tosað við báðar menninar um hendingina. 

 

In.fo hevur annars fleiri myndasøvn við myndum frá G! Myndirnar undir greinini vórðu tiknar leygarkvøldið.