– Alt varð ljóst, og síðani varð alt svart. Eg lá har í kavanum og summaði meg. Eg hoyrdi, at konan og børnini róptu á meg, men tað rungaði fyri oyrunum, sum hevði eg verið til eina rokk konsert. Eg føldi, at tað var okkurt við hondini, so eg stakk hana í kavan, har sum eg lá, sigur Sólarn Solmunde, sum nýggjársaftan varð slongdur upp í luftina, tá ein rakett eksploderaði í hondini á honum.
Í Vikuskiftis Sosialinum, sum er í sølubúðunum í morgin, seta vit sjóneykuna á fýrverk og tosa við nakrar føroyingar, sum hava fingið skaða av fýrverki. Á temasíðunum viðgera vit eisini, hvussu reglurnar eru í Føroyum, tá ið umræður innflutning av fýrverki.