Føroyingar hava keypt nógvar bilar seinnu árini og eftir einari uppgerð frá Hagstovuni vísti tað seg, at um hálvan hendan mánaðin vóru 24.281 persónbilar í Føroyum.
Sum kanska fleiri hava lagt til merkis, so síggjast nógvir bilar av merkinum Toyota á vegunum. Teir eru eisini nógv flestir. Tilsamans koyra 4.651 Toyota-bilar á føroysku vegunum. Hetta er næstan dupult so nógvir, sum tað merkið, sum hevur næstflest bilar.
Tað er Citroen, sum hevur 2.482 bilar rullandi á vegunum. Nummar trý á listanum er Ford, sum hevur1930 bilar hoyrandi á vegunum.
Í streymoynni eru 1887 Topyota - í Eysturoynni 1280, Norðoyggjum 809, 364 í Suðuroy, 233 í Vágum og 78 í Sandoy.