Breaking: Sámal Erik skal venja NSÍ

NSÍ hevur slept eini bumbu á ársveitsluni í kvøld

Sámal Erik Hentze, sum seinastu tvey kappingarárini hevur vunnið FM-heitið við Víkingi, er í kvøld á NSÍ veitsluni, kunngjørdur sum nýggjur høvuðsvenjari komandi kappingarár.

 

Tað er greitt í Runavík í kvøld, har NSÍ hevur ársveitslu á 60 ára føðingardegnum hjá felagnum. Fólk vóru ógvuliga ovfarin og glað, tá NSÍ fyri løtu síðani boðaði frá at fyrrverandi Víkinga venjarin, Sámal Erik Hentze, var avdúkaður sum NSÍ venjari í 2018. 

 

Fyri in.fo hevur Sámal Erik Hentze annars boðað frá, at hann komandi ár skuldi hava steðg frá fótbólti. Men soleiðis verður ikki.

 

Afturat Sámal Erik Hentze sum høvuðsvenjara er greitt at Rúni Klein Joensen, sum í ár hevur verið málmansvenjari hjá Víkingi, verður nýggjur málmansvenjari hjá NSÍ.