Sjáldan hava so nógvar plaktir verið at síggja kring landið, sum upp undir hetta løgtingsvalið. Men nú er valið farið aftur um, og gerandisdagurin byrjaður aftur.
Men tað vísir seg, at valevnini eru ikki líka røsk at rudda upp eftir sær, sum tey vóru at seta plakatirnar upp.
##med2##
Tað er lopið fólki, sum vóru á veg til arbeiðis í morgun, í eyguni, at nógva staðni hava valevni bara skrætt sjálva plakatina niður, men hava latið allan fótin, og alla plátuna, sum plakatin varð heft á, verða standandi fram við vegnum.
Sera sjálvsøki, sigur ein lesari, sum hevur sent okkum hesar myndirnar, hann tók á veg til arbeiðs í morgun.
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##