Fuglfirðingar skulu prikast og pirkast

- Hetta skal nokk gerast stuttligt, sangbart og hvast, siga tey, sum skipa fyri mentanardøgum í Fuglafirði.

Fyrr var vanligt at spæla teiti í Fuglafirði – ella tað, sum aðrastaðni verður rópt kabarett. Í nógv ár hevur einki teiti verið á skránni, men nú verður tað!

 

- Í eitt tíðarskeið hava sjónleikarar og tónleikarar verið í gongd og hava arbeitt við sketsjum og sangum sum prika og pirka, sum tikið verður til.

 

Úr Fuglafirði siga fyrireikararnir av mentanardøgunum, at nógv ymisk evni eru at tríva í hjá teimum, sum nú hava fingið forvitnisliga teitið upp at standa.

 

- Hetta skal nokk gerast stuttligt, sangbart og hvast, sum tey taka til.

 

Teitið fer at hava fýra sýningar í Mentanarhúsinum, hóskvøldið – tað er í kvøld – klokkan 20, fríggjadagin og leygardagin klokkan 17 og sunnudagin klokkan 15.