fer at tosa við superligafelagið, og so fer hann í kom- andi viku at taka støðu til, um hann í næstum skal búleikast í tí heilaga landinum Ísrael, ella um hann fram- haldandi skal hava bústað í Danmark [...] tá løgdu ísraelsku leikararnir einki í, um teir fóru væl út um økið, og venjarin legði heldur einki í tað. Ísraelsku leikararnir taka tað heldur ikki ov tungt, um teir eru nakað seinkaðir til venjing. Gott [...] hann er ikki heilt samdur við ísraelska felagið um longdina á einum møguligum sáttmála. Haraftrat eru onkur smærri ting, sum partarnir ikki eru samdir um enn. Jan Allan hevur eisini kravt av ísraelska felagnum
var tað besta, eg nakrantíð havi upplivað, bæði tá tað ræður um at vera skipaður í verjustøðuni og um at halda upp á bóltin, flyta fólkið fram á vøllin og skapa sær møguleikar. Hetta sigur Jógvan Martin [...] 20 minuttir vóru farnir. Talan var um beinleiðis fríspark úr 25 metrum. Níggju minuttir seinni høvdu føroyingar aftur upplagdan møguleika. Vagnur Mortensen spældi fram til Jón Róa Jacobsen í høgru, hann [...] Finnlandi. Í gjár fyri einum ári síðani vann Ongland 10-0 á Føroyum. Sæð í ljósinum av tí úrslitinum, so var tað væl betri at tapa 6-0, eftir at onglendingar høvdu verið á odda 2-0, tá tað var hálvleikt.
hann sum seinastu árini hevur leika mest í um stýrisskipanarviðurskiftini. Hann hevur sett bæði egnar og aðrar samgongur uppá spæl við krøvum um broytingar fram móti loysingini. Bæði núverandi og undanfarni [...] apinum. At hetta kemur at minka um inntøkurnar til føroyska samfelagið hevur ongin loyvi til at ivast í. Tað fer tað. 3. Løgmaður roknar upp nærum óteljandi ætlanir um ábøtur á øllum økjum í føroyska [...] Sambandsflokkurin hevði ikki verið førur fyri at reisa føroyska samfelagið upp aftur eftir so stuttari tíð, um Føroyar ikki høvdu verið í ríkisfelagsskapinum. Vit mugu ikki gloyma, at Danmark átók sær alla
støðan versnað so nógv, at tað verður ómetaliga trupult, fyri ikki at siga ómøguligt. ? Hinvegin hava vit ført fram, at fáa teir íløgustuðul í eini trý - fýra ár afturat, er restskuldin komin so langt niður [...] enn tað, teir fáa í íløgustuðuli. ? Stuðulin er ein góð millión um árið til hvørt skipið Ivist í um tað hjálpir Bogi Mortensen ivast í, um tað hjálpir uppá støðuna, at ætlanin er at geva djúpvatnstrolarunum [...] teimum góðu skipunum av landinum Talan er um øll tey fólkini, og øll tey húskini, sum vinna sítt dagliga breyð á teimum 12 djúpvatnstrolarunum. Og talan er um øll tey fólkini, sum vinna sítt dagliga breyð
bakkasti, kemur tað at raka ávis øki í landinum so ógvuliga meint. ? Tí má tað verða ein politisk uppgáva at regulera fiskiskapin so, at bakkastini verða avmarkað, so at tey ymsu smásamfeløgini ikki verða kollrend [...] er Suðringur og hann er 20 ára gamal. ? So við rímiligum viðlíkahaldsútreiðslum høvdu teir havt ein møguleika møguleika at staðið seg, og kanska væl tað - um teir fingu íløgustuðulin. Marner Lisberg sigur [...] afturat høvdu bátarnir verið komnir so frægt uppundan, at teir høvdu klárað seg sjálvar. Hann leggur afturat, at tað er onki at ivast í, at helt íløgustuðulin fram, høvdu teir uttan iva verið sinnaðir
serstakt upplivilsi, tí á ein løgnan hátt, um tað kann sigast so, megnar hann at bergtaka okkum so, at vit liva okkum inn í leikin. Honum nýtist ikki at gera so øgiliga nógv burturúr uttaru umstøðunum. Áskoðarin [...] heilum, eru øll tey so eisini svøk?, spyr van Gogh í leikinum. (Kanska aktuelt, nú føroyingar í hópatal um ólavsøkuna hava stoytt seg út einum palli í 30 metra hædd, við gummibandi um kroppin). Fleiri leiklutir [...] flatuna. Ikki sum neyv endurgeving, men sum sjálvstøðug, livandi mynd. Tí hvat ger tað, um tað ikki líkist heilt neyvt, um myndin sigur tað sama, sum náttúran? Og kanska er spurningurin, hvør í veruleikanum
gekk ikki so væl. Eg var ov djúpt inni í tilfarinum, eg fekk ikki frástøðu. Eg bað so pápa mín (Axel Tórgarð, blm) um at týða leikin, sigur Hans. Men hvussu ber ein seg at við at minnast so drúgvan leik [...] myndina, fyri at fáa kraftina fram. Og so at liva á sama hátt. Átti hann ikki nóg mikið av peningi, so keypti van Gogh heldur máling, enn mat, sigur Hans Tórgarð. Upp á spuriningin um, hvussu ein fyrireikar seg [...] øgiliga væl skrivað, litteratur-tekninskt, og óivað tað besta manifestið, um ein kann siga so, ið er skrivað um list. Hann dugir so væl at seta orð á. Brøvini brenna á sama hátt, sum myndirnar, sigur Hans
fíggjarnevndina um eina eykajáttan til broytingarnar. Jóannes heldur tað verða løgið, um løgmaður bert ellivu dagar eftir fundin minnist skeivt, og at hann seinni skal verða komin á tankan um at málið veruliga [...] veruliga var viðgjørt í landsstýrinum. ? Og so skulu vit eisini hava í huga, at fundurin tann 13. mai bert vardi í hálvan tíma. ? Eitt so stórt mál, sum bygnaðarbroytingarnar verða ikki viðgjørdar eftir einum [...] ksins. Ein partur av orsøkini Í sambandi við frágreiðingina frá Dánjali Magnussen er komið fram, at málið um bygnaðarbroytingarnar var orsøkin til at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni. ? Tað er ikki
afturhald í Klaksvík. Tað er ikki so langt síðan at Norðoyastevna var og nú Klaksvíkin heldur 90 ára føðingardagin, er skráin næstan eins fjølbroytt og á Norðoyastevnu. Um dagarnar hava teir skipað fyri [...] 60-, 70-, 80- og 90-unum. Og verða bólkarnir nevndir, so eru teir allir kendir. Klaksvíkingar hava altíð verði sera virknir á tónleikaøkinum og ikki so fáar landaplágur hava verði at hoyrt frá bólkum úr Klaksvík [...] omanfyristandandi bólkum á pallinum, so skuldi verði lagt upp til eitt bæði spennandi og undirhaldandi kvøld í Atlantis í kvøld. Sunnudagin halda tónleikadagarnir í Atlantis fram. Klokkan 20 sunnukvøldið verður
skrivaðu vit um, at vágbingurin Jan Allan Müller hevði fingið boðið sáttmála við ísraelska 1. deildarfelagið Hapoel Rishon. Vit nevndu eisini, at onkur smærri ting vóru, sum partarnir ikki vóru samdir um, millum [...] teir í fyrradagin settu Hapoel Rishon eitt ultimatum, har teir kravdu, at felagið í gjár skuldi svara, um teir vildu ganga ynskjunum hjá Jan Allani á møti. Ísraelska felagið svaraði aftur í gjár, at teir vildu [...] Allan nú fer at práta við onnur feløg, ið hava víst honum áhuga. Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so var tað eitt danskt superligafelag, sum var áhugað í at fáa Jan Allan knýttan at sínum hópi frá ársbyrjan