Fann Gogh við løttum og brúsandi penslastrokum

Mikukvøldið framførdi Hans Tórgarð einmansleikin Lívstrá. Ein leikur um listamannin Vincent van Gogh og lív og lagnu hansara.

Hans Tórgarð fekk Gamla Majaríið at minka. Stóri salurin hvarv, og eftir var bert hugaheimurin hjá van Gogh.

Hann leitaði og eg haldi hann fann Gogh.

Einmansleikur; Lívstrá

Leikari, høvundur; Hans Tórgarð

Leikstjórn; Katarina Nolsøe

Týðing: Axel Tórgarð

Fyrisiting: Gríma, Elsa J. Høgenni

Ljós: Niels Nielsen, MáF




Hans hevur sjálvur skrivað leikin, sum uppgávu í samband við sjónleikaútbúgving sína í Finnlandi. Tessvegna hevur pápi Hans, framúrskarandi týðarin, Axel Tórgarð, umsett leikin úr svenskum.

Og væl er skrivað og væl er týtt. Læt meg siga tað beinanvegin, uttan at taka munnin ov fullan.

Tað var sannur dámur, sonn atmosfera, frá fyrstu stund. Tá vit trinu innar í salin á gamla Majaríið, sat Hans og teknaði framanfyri einum spegli, sjálvsmynd.

Haldi meg vita, at í filmslist er hetta, at síggja persón tvær ferðir, veruliga og sum spegilsmynd, eitt slag av myndamáli. Tekin um, at persónurin er í tvíningum. Frálik byrjan upp á leik, ið botnar í sálarstøðu listamansins.


Vincant ella Hans

Innkomin ivaðist ein. Var tað Vincent Van Gogh, ið har sat. Við sínum heldur bleika dæmi, følna eygnabrá og reyðliga hárinum og skegginum, kundi ein lættliga farið skeivur av Hans og Vincent, visti ein ikki betur.

Har sat hann, Vincent van Gogh, og teknaði eina sjálvsmynd, meðan fólk leitaði sær sess, sum fuglur á rók. Eini 8 - 10 røð av stólum, fremsta rað lægst, aftasta hægst.

Fólk setti seg til rættis og spenningurin, forvitnið, var longu vakt.

Og Hans rúnarbant frá fyrstu stund. Sera skiftandi hugløg, stemmningar, rørslur, sinnisrørslur, persónar. Hann førdi fjøldina djúpt inn í heim listamálarans.

Margarinfabrikkin gjørdist henda klokkutíman ein alheimur fyri seg. Ein málningur, málaður av orðum og rørðslum. Og ikki minst; støðgum ella pausum.


Eru øll svøk?

Tá Hans tíðliga í leikinum tók ovurstóra spegilin, setti hann frammanfyri fjøldina, so vit sóu okkum sjálvi, Axel tórgarð á fremstu røð, Vincent van Gogh allastaðni, bæði við síðuna av og í spegilinum, tá var tað, sum misti ein síðsta takið í fastari grund.

Hasin maðurin er svakur, hasin er hetta og hasin er hetta, kunngjørdi og peikaði van Gogh, so tú visti ikki, hvat tú reiðiliga skuldi halda, hvussu tú skuldi reagera elle vera. Tí hvør er normal?

Var van Gogh svakari enn onnur, bert tí hann skar annað oyra av sær?.

Tað finnast fólk, sum meira ella minni við vilja bróta sær armar og bein og liðir í heilum, eru øll tey so eisini svøk?, spyr van Gogh í leikinum.

(Kanska aktuelt, nú føroyingar í hópatal um ólavsøkuna hava stoytt seg út einum palli í 30 metra hædd, við gummibandi um kroppin).


Fleiri leiklutir

Hans kemur sera væl frá at spæla fleiri leiklutir. Hetta er serstakt upplivilsi, tí á ein løgnan hátt, um tað kann sigast so, megnar hann at bergtaka okkum so, at vit liva okkum inn í leikin. Honum nýtist ikki at gera so øgiliga nógv burturúr uttaru umstøðunum. Áskoðarin er líkasum beinanvegin við, tá van Gogh í síni sváru neyð, sínum einsemi, samrøður við beiggan, pápan ella læknan.

Og ein er ongantíð í iva, nær van Gogh sjálvur talar og nær hann í djúpa einsemi sínum ímyndar sær at vera beiggin ella pápin ella læknin.

Pápin, ið skeldar. Beiggin, ið vil honum tað besta. Læknin, tann hástóri.

Hetta megnar Hans Tórgarð til fulnar at fáa okkum at skilja, har er eingin ivi. Vit fáa slíkt innlit í støðuna hjá listamanninum, at vit onga løtu ivast í, hvar hann er staddur. Ella hvønn hann prátar við. Ella hvør prátar við hann.


Heilt menniskja

Vit halda við van Gogh, tí hann er kanska ikki so svakur, hóast honum væntar annað oyra. Hann roynir bert at mála vakurleika, fáa náttúruna at tala. At flyta hana yvir á hvítu flatuna. Ikki sum neyv endurgeving, men sum sjálvstøðug, livandi mynd. Tí hvat ger tað, um tað ikki líkist heilt neyvt, um myndin sigur tað sama, sum náttúran?

Og kanska er spurningurin, hvør í veruleikanum er eitt heilt menniskja. Listamálarin, ið manglar annað oyra?

Eru tygum eitt heilt menniskja?, tygum mangla ongan likamslut, spyr van Gogh læknan, meðan hann hyggur kannandi upp og niður at ímyndaða læknanum.

Sum sagt verður í leikskránni; "Okkurt er skeivt, tá tá listamaðurin verður meira áhugaverdur, enn verkið".


Ein heild av støðgum - pausum

Eingin ivaðist í, tá stívliga ein klokkutími var farin, at vit mikukvøldið høvdu verið vitni til ein sera heilan leik, eina heild.

At einmans avrik. Hans Tórgarð fekk Gamla Majaríið at minka. Stóri salurin hvarv, og eftir var bert hugaheimurin hjá van Gogh.

Ein samansjóðað heild. Samansjóðað av pausum, støðgum. Júst støðgirnir, har einki hendi, høvdu stóra ávirkan, eftir mínum tykki.

Tí í veruleikanum hendi ikki púra einki. Áskoðarin sat sum á nálum, og bíðaði, til Hans, ella Vincent, hvør teirra tað nú var, skuldi fara víðari í leikgongdini.

Samstundis gekk leikurin víðari í huganum á øllum 75 áskoðarum, sum sodnaðu leikin í nøkur sekund, ið kendust sum ár. Góð ár. Sum sera góð og spennandi ár, tá tey vóru farin fram við og leikurin helt fram.


Í leysum lofti

At soleiðis kunna rúnarbinda líka væl við ongum, við pausum, sum við orðum, tað hevur altíð hugtikið meg.

At kunnu halda fjøldini sveimandi í leysum lofti, við pausum, støðgum. Tað má vera leiklist, tá hon er best!

Saman við Hans Tórgarð leitaðu vit. Hans leitaði við løttum og brúsandi penslastrokum, um hann kundi mála okkum myndina av listamanninum.

Hann leitaði og eg haldi hann fann Gogh.

Framúr avrik!