Hetta er fyrsta løgmansrøðan hjá sitandi løgmanni, har hann í byrjanini av valskeiðinum setur út í kortið fyri samgonguna.
Tá ein hevur lurtað eftir løgmansrøðuni, og seinni lisið hana, spyr man seg sjálvan, hvør boðskapurin er frá løgmanni til føroyska borgaran.
Tann boðskapur, sum eg havi fingið burturúr øllum hesum mongu orðunum, kann býtast upp í tríggjar partar:
1. Løgmaður staðfestur í røðu síni, at politikkurin hjá undanfarnu samgongu hevur eydnast avbera væl.
2. Løgmaður upplýsir, at samgongan skjótast gjørligt vil sleppa okkum av við tey rættindi, sum vit hóast alt enn hava í ríkisfelagsskapinum. At hetta kemur at minka um inntøkurnar til føroyska samfelagið hevur ongin loyvi til at ivast í.
Tað fer tað.
3. Løgmaður roknar upp nærum óteljandi ætlanir um ábøtur á øllum økjum í føroyska samfelagnum, ætlanir sum bæði merkja risastórar íløgur og sum eisini í stóran mun koma at økja um rakstrarútreiðslurnar í okkara samfelag.
1. Politikkurin hjá undanfarnu samgongu
Ongantíð í Føroya søgu hevur eitt landsstýri fingið slíkt rósandi ummæli, sum løgmaður gevur okkara landsstýri, ella rættari landsstýrum. Felags fyri hesi landsstýrir og samgongur er, at tað var Sambandsflokkurin sum hevði leiðsluna.
Hvørt mansbarn í Føroyum minnist søðuna í Føroyum fyri 4 til 5 árum síðan, tá føroyingar noyddust at flýggja út í onnur lond fyri at lívbjarga sær og sínum. Føroyar vóru farnar á húsagang. Tað er óneyðugt at minna á, hvørjir flokkar høvdu koyrt okkara samfelag á ørmundahús.
Í somu løtu, løgmaður hevur tikið um stýrisvøl í Føroyum, sigur hann í síni fyrstu løgmansrøðu m.a.: »Búskaparliga eru fyritreytirnar broyttar almikið seinastu árini«.
Víðari sigur hann: »Seinasta frágreiðingin frá Búskaparráðnum staðfestir, at tað gongur sum heild framá í føroyska búskapinum. Framgongd er í flestu vinnugreinum grundað á økta framleiðslu og betrað kappingarføri. Áræði, virkishugur og álit á framtíðina merkjast aftur í samfelagnum«.
Hetta eru aðrir tónar, enn vit hoyrdu fyri fýra árum síðan, tá Fólkaflokkurin bakkaði út úr einum undirskrivaðum samgonguskjali. Tá var ikki talan um áræði, virkishug og álit á framtíðina. Úrslitini av egnum politikki vóru alt ov ræðandi.
Tó skal Fólkaflokkurin eiga ta rós, sum hann fleiri ferðir fyrr hevur fingið frá mær frá hesum røðarapalli.
Tá Sambandsflokkurin, við góðum stuðuli frá Føroya Javnaðarflokki, hevði vent gongdini, fekk Fólkaflokkurin eitt sindur av áræði, virkishugi og álit á framtíðina aftur, og kom uppí okkara samgongu og var við til at náa tey politisku og búskaparligu úrslit, sum løgmaður nú lovprísar í síni løgmansrøðu. Tað skal Fólkaflokkurin eina ferð enn eiga tøkk aftur fyri.
Eg eri samdur við løgmanni um, at samgongurnar undanfarnu fýra árini hava rikið ein sera konstruktivan búskaparpolitikk, og hetta er sum kunnugt gjørt undir leiðslu Sambandsfloksins. Tó vil eg skunda mær at gera vart við, at Sambandsflokkurin hevði ikki verið førur fyri at reisa føroyska samfelagið upp aftur eftir so stuttari tíð, um Føroyar ikki høvdu verið í ríkisfelagsskapinum.
Vit mugu ikki gloyma, at Danmark átók sær alla okkara uttanlandsskuld uppá 7 milliardir krónur, eina uttanlandsskuld sum loysingarflokkarnir høvdu bundið føroyska skattaborgarin í seinnu helvt av áttatiárunum, meginparturin meðan Tjóðveldisflokkurin umsat fíggjarmál í Føroyum.
Og tá løgmaður so bræneggjaður í røðu síni fortelur, at okkara uttanlandsskuld nú er 0 kr., loyvi eg mær at minna løgmann á, at landskassin enn hevur eina skuld til danska statin uppá 4-5 milliardir kr. aftaná at ein lítil milliard er eftirgivin.
2. Okkara eftirverandi ríkisrættindi
Løgmaður sigur í løgmansrøðuni m.a.: »Høvuðssetningur landsstýrisins er greiður sambært samgonguavtaluni: Føroyar verða skipaðar sum fullveldi, har alt politiskt vald og ábyrgd eru hjá føroyskum myndugleikum? Endamálið er at samstarva á einum nýggjum grundarlagi sum javnbjóðis partar«.
Hetta kann ikki merkja annað enn, at okkara samstarv við Danmark og Grønland skal verða tað sama sum samstarvið við t.d. Ísland, Noreg og Svøríki.
Í áðni minti eg á, at tá Føroyar vóru farnar á húsagang, tók Danmark á seg alla okkara uttanlandsskuld til onnur lond. Hetta gjørdi Danmark tí Føroyar vóru ein partur av ríkisfelagsskapinum.
Onki er meira natúrligt enn at Ísland, Noreg og Svøríki ikki bjóðaðu seg fram til at yvirtaka okkara uttanlandsskuld. Hesi lond eru skipað sum sjálvstøðug fullveldi, sum ikki vóru í ríkisfelagsskapi við Føroyar.
Eins natúrligt hevði tað verið, at Danmark ikki hevði latið við seg koma, um Føroyar og Danmark ikki vóru í ríkisfelagsskapi, hvørt við annað.
Líka natúrligt verður, sum Lykketoft eisini hevur gjørt púra greitt, at Danmark ikki næstu ferð fer at yvirtaka føroyska uttanlandsskuld, aftaná at Føroyar eru skipaðar sum fullveldi.
At talan verður um eina næstu ferð, hevur ongin loyvi til at ivast í, sum hevur lýtt á løgmansrøðuna hjá okkara nýggja løgmanni.
3. Komandi íløgur og vaksandi rakstrarútreiðslur
Tá eg lýddi á løgmansrøðuna á Ólavsøku 1998, fyri ikki at tosa um tá eg aftaná nærlas hana, sat eg og hugsaði um, hvat tað fer at kosta Føroyum og føroyingum at fremja allar tær ætlanir, sum løgmaður roknar upp í løgmansrøðuni.
Eg skal ikki endurtaka øll hesi tiltøk, tað hevði tikið ov langa tíð, og eg skal heldur ikki royna at seta krónutal á tær einstøðu ætlanirnar. Men at talan er um veldugar upphæddir kann ein og hvør ímynda sær, sum lesur løgmansrøðuna.
Eg loyvi mær at mæla tingmonnum, bæði tykkum í samgongu sum skulu taka politisku ábyrgdina av tiltøkunum, og tykkum í andstøðu, at ímynda tykkum hvat alt hetta kemur at kosta føroyska skattaborgaranum. Lesið brotini, eitt fyri og annað eftir.
Nýggju avtalurnar við donsku stjórnina koma eftir stuttari tíð at kosta føroyingum ein stóran part av nettoinntøkuni til føroyska samfelagið.
Øll hini brotini í løgmansrøðuni, næstan uttan undantak, koma at føra við sær risastórar hækkanir í útreiðslunum hjá okkara samfelag bæði til íløgur og rakstur.
Eg fari at minna á, at teir somu flokkar sum nú mynda okkara samgongu, sum tá vóru undir leiðslu av Føroya Javnaðarflokki, koyrdu okkara samfelag á húsagang, hóast helvtin av nettoinntøkuni til okkara samfelag kom úr Danmark.
At hugsa sær, at tit kunnu gjøgnumføra setningin í løgmansrøðuni samstundis sum tit sleppa okkara rættindum í ríkisfelagsskapinum, tað er at skjóta rímuliga langt, langt yvir málið.
Hvør hevur høvuðsábyrgdina?
Løgmansrøðan á ólavsøku 1998 vísir týðiliga, at Føroyar eru á veg burtur úr ríkisfelagsskapinum.
Hetta harmar meg, og hetta harmar allar sambandsveljarar.
Ein kann so spyrja, hví alt hetta er komið so vítt?
Tað ber illa til at skuldseta Tjóðveldismenn fyri at hava lumpa sínar veljarar. Hesin flokkur hevur tónað reint flagg.
Eg tori eisini at siga, at Fólkaflokkurin undan seinasta løgtingsvali týðuliga segði veljaranum frá, at teir ætlaðu at kvetta við Danmark.
At so nógvir veljarar ikki tóku hesi týðuligu signalini frá Fólkaflokkinum fyri fult, er lætt at skilja, tá ein hevur í huga politiska leiklutin hjá hesum flokki tey seinastu nógvu árini.
Men tann flokkur, sum eftir míni bestu sannføring eigur høvuðsábyrgdina av, at Føroyar eru á veg til at loysa frá restini av ríkinum, er Føroya Javnaðarflokkur. Og kanska serliga teir javnaðarmenn, sum fingu sambandsáhugaðar veljarar at velja hendan politiska úlvin í roði.
Tað var Føroya Javnaðarflokkur sum gekk á odda fyri at fremja yvirtøkurnar í sjeytiárunum.
Tað er hann sum seinastu árini hevur leika mest í um stýrisskipanarviðurskiftini. Hann hevur sett bæði egnar og aðrar samgongur uppá spæl við krøvum um broytingar fram móti loysingini.
Bæði núverandi og undanfarni formaður Javnaðarfloksins vóru eisini skjótir at boða frá, at teir heldur enn fegnir vildu taka undir við fullveldisætlanunum hjá hesari samgongu.
Tað kann ikki undra nakran, at veikar politiskar sálir í Tjóðveldisflokkinum og Fólkaflokkinum ikki við góðum vilja lata seg yvirbjóða av javnaðarmonnum, tá talan er um loysingina.
Samantak
Eg eri noyddur at viðganga, at Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og hinir loysingarflokkarnir hava fingið heimild til at fremja loysingina.
Okkara ávaringar til føroyska veljarin vórðu ikki tiknar í álvara.
Hóast hetta loyvi eg mær at mala loysingarmonnunum til at hugsa seg um.
Tit eiga at hugsa um avleiðingarnar av at sleppa øllum teimum rættindum, sum vit føroyingar enn eiga í ríkisfelagsskapinum.
Tit eiga at siga føroya fólki frá, at ætlanirnar í løgmansrøðuni slettis ikki kunnu gjøgnumførast, serliga um tit siga frá tykkum rættindini í ríkisfelagsskapinum.
Høvdu tit fingið tykkara fullveldi, tá tit ynsktu tað frá byrjanini av, høvdu tit ivaleyst verið førir fyri at koyra føroyska samfelagið á húsagang, sum tit eisini gjørdu tað innan fyri ríkisfelagsskapin.
Men hvørki tit ella Sambandsflokkurin høvdu verið førir fyri at endurreist okkara samfelag so lætt og so skjótt, sum vit gjørdu tað tey farnu 4 árini, hevði Sambandsflokkurin ikki tryggjað okkum ríkisfelagsskapin til dagin í dag.
Tað stendur rimmarfast.