? Ein løgin niðurstøða

? Dánjal Magnussen, kanningarstjóri, er komin til hesa niðurstøðu, hóast skrivstovustjórin og til deils løgmaður sjálvur ikki eru heilt samdir við honum, sigur Jóannes Eidesgaard

Trætumálið millum Finn Norman Christensen og Jóannes Eidesgaard er av.

Niðurstøðan hjá Dánjali Magnussen, kanningarstjóra var at upplýsingarnir, sum Jóannes Eidesgaard gav fíggjarnevndini í brævinum 21. mai 1996 ikki vóru rættir.

Eftir meting kanningarstjóran var málið viðgjørt á landsstýrisfundinum 13. mai 1996 og við hesari grundgeving, sigur kanningarstjórin, at tað var Finn Norman Christensen, sum talaði satt.

Vit hava biðið Jóannes Eidesgaard um eina viðmerking til niðurstøðuna hjá kanningarstjóranum.

Jóannes Eidesgaard sigur, at kanningarstjórin eftir hansara meting er komin til hesa niðurstøðuna tí at tað er lættari at ganga meirilutanum á møti enn at ganga minnilutanum á møti.

? Hann hevur eftir øllum at døma bygt niðurstøðu sína á ávísar partar, meðan hann hevur sæð burtur frá øðrum pørtum, sum ganga honum ímóti.

Millum annað leggur Jóannes stóran dent á at tann sera royndi maðurin í Tinganesi, Hjalgrím Hilduberg ikki er samdur við kanningarstjóranum, men heldur er samdur við sær.

? Eg haldi fast við, at bygnaðarbroytingarnar vórðu ikki viðgjørdar á fundinum 13. mai 1996 og hetta er eisini í samsvar við tað, sum Edmund Joensen, táverandi løgmaður segði við fíggjarnevndina á fundi teirra millum 24. mai.

? Har sigur hann, at bygnaðarbroytingarnar ikki vórðu viðgjørdar á fundinum 13. mai. Tá var bert samtykt at biðja fíggjarnevndina um eina eykajáttan til broytingarnar.

Jóannes heldur tað verða løgið, um løgmaður bert ellivu dagar eftir fundin minnist skeivt, og at hann seinni skal verða komin á tankan um at málið veruliga var viðgjørt í landsstýrinum.

? Og so skulu vit eisini hava í huga, at fundurin tann 13. mai bert vardi í hálvan tíma.

? Eitt so stórt mál, sum bygnaðarbroytingarnar verða ikki viðgjørdar eftir einum hálvum tíma tað er púra greitt, sigur Jóannes og leggur aftrat:

? Tað er tað, sum Andrias Petersen og eg sjálvur halda fast við.

? Hetta gjørdi eg tá og tað geri eg enn, sigur Jóannes.

? Tí haldi eg, at tað er ein sera løgin niðurstøða, sum kanningarstjórin er komin til, sigur formaður javnaðarfloksins.


Ein partur av orsøkini

Í sambandi við frágreiðingina frá Dánjali Magnussen er komið fram, at málið um bygnaðarbroytingarnar var orsøkin til at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni.

? Tað er ikki rætt, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Tað er ein partur av orsøkini, men ikki øll søgan.

? Sannleikin er tann, at Javnaðarflokkurin fór úr samgonguni, tí at nógv av málunum, sum fóru úr Tinganesi manglaðu politiska viðgerð. Tað vildu vit ikki lata okkum lynda og tí fóru vit, sigur Jóannes.

Hann sigur, at málini vórðu skundað ígjøgnum við meirilutasamtyktum, har Javnaðarflokkurin sat einsamallur í minniluta.


? Nú er málið endað

Tað eru liðin meiri enn tvey ár, síðan tann umrødda fundin og bygnaðarbroytingarnar eru settar í verk, men fer Jóannes at gera meira við málið.

? Nei, løgtingsformaðurin bað Dánjal Magnussen kannað málið. Tað hevur hann gjørt og niðurstøðan er komin. Fyri mín part skyld er málið endað hóast eg ikki eri samdur við niðurstøðuni hjá kanningarleiðaranum, sigur Jóannes.

Hvat løgtingsformaðurin fer at gera við málið veit Jóannes Eidesgaard av góðum grundum ikki, men tað skal verða løgið um tað fer víðari, tí niðurstøðan hjá kanningarstjóranum er eisini, at einki er at fara víðari við.

Innanflokka far málið als ongar fylgjur fyri Jóannes Eidesgaard, tí hann hevur allan flokkin aftanfyri seg.

? Andrias Petersen og eg sjálvur sótu í landsstýrinum tá, og vit eru púra samdir um hvat er farið fram í hesum málinum. Tað var meirilutin av landsstýrismonnum ikki, og tí er Dánjal Magnussen komin til tað niðurstøðu hann er.

? Men tað er eftir míni meting ein sera løgin niðurstøða, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur aftrat, at tað eftir øllum at døma er meirilutin, sum ræður.

? Og hann var ikki samdur við okkum, sigur Jóannes at enda.